í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Ársins frímerki 2023

Kundar okkara hava atkvøtt og valt ársins vakrasta frímerki fyri 2023.

Vinnarin gjørdist vakra smáarkið, sum varð givið út í sambandi við at Martin Mörck hevði
latið úr hondum 1000 frímerki. Smáarkið myndar málningin hjá Emil Krause frá 1933 við
heitinum ”Aftur av útróðri”. Martin Mörck hevur graverað frímerkið, sum við støddini
62 x 82 mm er tað størsta hondgraveraða frímerki nakrantíð. 

Sornfelli
Á øðrum plássi er smáarkið ”60 ár á Sornfelli”, sum vísir vakra útsýni av Sornfelli,
har radarstøðin ”NATO Early Warning Station Site 09” varð bygd í 1963.
Myndina hevur Jákup Brúsá tikið.

Frímerki nr. 1000 - Varði
Á triðja plássi er enn ein av stóru útgávunum í 2023, nevniliga føroyska frímerki nr. 1.000.
Edward Fuglø hevur sniðgivið vakra smáarkið, sum myndar ein varða. Huglagið er summarkent,
og varðin er umgirdur av tí plantu-, fugla- og djóralívi, sum er at síggja í haganum hesa ársins tíð.
Huldan og nykurin eru somuleiðis partur av myndini.

Lutakast hevur verið og hava vinnararnir fingið beinleiðis boð um hetta.
Vit takka fyri luttøku og ynskja vinnarunum hjartaliga til lukku.


|
Posta
Newsletter

Posta Newsletter

Tíðindi og alt tað nýggjasta innan føroyska frímerkjaheimin