í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG
Útgávudagur: 20.02.2023. Virði: 31,00 kr. Nummar: FO 992. Frímerkjastødd: 30,0 x 40,0 mm. Stødd, smáark: 84 x 64 mm. Mynd: Jákup Brúsá. Prentháttur: offsett. Prentsmiðja: Bpost, Belgia. Postgjaldsbólkur: Innanoyggja brævpakkar, 101-500 g.

60 ár á Sornfelli - Smáark, óstemplað

Føroysku radarstøðirnar høvdu ein týðandi leiklut í skipanini av arktiskum hernaðarflutningi.

Útgávudagur: 20-02-2023
Vørunr.: PPS000223
Virði: 61,00


DKK 61,00
€8,17

Keyp
-
0
+


Føroyar undir kalda krígnum 
- 60 ár á Sornfelli


Undir seinna heimsbardaga vóru Føroyar sum kunnugt, hersettar av Stórabretlandi. Sum kríggið leið, bygdu bretar ein hernaðarflogvøll í Vágum - umframt fleiri radarstøðir kring oyggjarnar, sum høvdu eyguni við øllum ið gekk fyri seg í føroyskum loftrúmi og á føroysku havleiðunum. 

60 ár síðan radarin á Sornfelli varð tikin í nýtslu
Føroysku radarstøðirnar høvdu ein týðandi leiklut í skipanini av arktisku hernaðarflutningskonvoyunum, sum serliga fluttu amerikanska hernaðarútgerð til sovjetisku havnabýirnar Murmansk og Arkhangelsk.

Afturat radarstøðunum settu bretar eisini eina sonevnda Loranstøð (Long Range Navigation) upp í Vági, fyri at fáa neyvari navigatión á sjógvi og í luftini.

Tá kríggið var av, fekk Danmark aftur suverenitetsrættin yvir Føroyum og Grønlandi (Ísland hevði loyst frá Danmark í 1944). USA sýndi áhuga fyri Loran støðini í Føroyum, og bjóðaði sær til at yvirtaka raksturin av henni. Men danir, lærdir av royndunum við óhepnum avtalum viðvíkjandi amerikanskum hernaðarstøðum í Grønlandi, vrakaðu tilboðið og avgjørdu í skundi sjálvir at reka støðina í 1946, hóast teir ikki høvdu skikkað fólk til uppgávuna.

Fólkaatkvøðan í 1946 – Heimastýrislógin frá 1948
Danmark viðurkendi, at skilnaðurin undir krígnum hevði broytt støðuna millum Danmark og Føroyar. Undir 5 ára longu bretsku hersetingini, var ynskið um øktan sjálvsavgerðarrætt vaksið í Føroyum – og beint eftir kríggið byrjaðu samráðingar um framtíðarstøðu Føroya í danska ríkinum og politiskan sjálvsavgerðarrætt.

Samráðingarnar gjørdust drúgvar, uttan at semja kom í lag landanna millum – og harafturat vóru føroyingar ósamdir sínámillum. Danska stjórnin setti tí eitt uppskot saman um heimastýri, sum varð lagt fyri løgtingið. Men sjálvt tá kundu føroyingar ikki semjast. Avleiðingin var, at løgtingið útskrivaði eina fólkaatkvøðu um, hvørt føroyingar ynsktu víðkað heimastýri ella loysing frá Danmark. Fólkaatkvøðan vísti ein tepran meiriluta fyri loysing millum tey ið atkvøtt høvdu – men varð skjótt ógildað av donsku stjórnini. Í staðin varð heimastýrislógin sett í gildi í 1948 við víðkaðum ræðisrætti til løgting og landsstýri.

Danmark fer upp í NATO
Tá Danmark í 1949 fór upp í verjusamgonguna NATO, gjørdust Føroyar og Grønland óbiðin partur av felagskapinum. Hetta vakti misnøgd í Føroyum. Føroyski ríkisdagsmaðurin, Poul Niclassen, setti fyrispurning í ríkisdegnum, hvørt danska skyldan, at leggja millumlandaavtalur ið viðvíktu Føroyum fyri løgtingið, var brotin. Men Hans Hedtoft, forsætismálaráðharri, svaraði, at talan var um eina politiska traktat, sum fall uttanfyri skylduna, sum var útgreinað í heimastýrislógini.

Danmark hevði ikki neyðuga hernaðarorku til munadygga verju av norðuratlantisku pørtunum av ríkinum. Verjan av Føroyum og Grønlandi varð tí løgd undir SACLANT, atlantskommandoina hjá NATO í USA – og um kríggj brast á, vóru tað bretskar hereindir ið skuldu taka sær av beinleiðis verjuni av Føroyum.

Fyrst í fimtiárunum vóru røddir frammi um føroyska heimaverju og um danska herskyldu, men hesum vrakaðu føroyingar.

Færøernes Kommando
Í 1951 stovnaði danska sjóverjan ”Marinedistrikt Færøerne,” seinni ”Færøernes Kommando,” at fremja yvirvaldshevd, fiskivinnueftirlit og bjargingaruppgávur í Føroyum. Upprunaliga brúktu danir gomul hernaðarskip og deksbátar til uppgávuna. Men í 1963 fekk danski flotin tey nýggju sjóverjuskipini av ”Hvidbjørnen” klassanum, sum vóru bygd til norðuratlantisku havøkini og útgjørd við Alouette-tyrlum. Samstundis varð nýggj marinustøð bygd uppi við Hoyvíkstjørn í Havn og tikin í nýtslu í 1965.

Áhugin fyri Føroyum var fyrstu árini avmarkað-ur í NATO høpi. Stríðsflogfør hjá hernaðarsamgonguni kundu brúka flogvøllin í Vágum at neyðlenda á – og Skálafjørðurin varð avmerktur sum akkerspláss hjá NATO-skipum og kavbátum, um kríggj skuldi brostið á.

Loran C og Polaris rakettirnar
Men sum fimtiárini liðu og tøknin mentist í kalda krígnum, broyttist strategiska og taktiska støða Føroya. Hetta orsakað av støðuni mitt í Norðuratlantshavi millum høvuðsleikarnar báðar, USA og Sovjetsamveldið. Valdstríðið millum stórveldini fór fram á nógvum ymsum økjum – á landi, sjógvi og í luftini. Økta hernaðarliga ferðslan og virksemið, kravdi samskipan og neyva navigatión – og síðst í fimtiárunum setti US Coast Guard 30 Loran C radiovitar upp ymsastaðni. Ein av hesum var Loran C støðin á Eiði, sum varð tikin í nýtslu í 1960.

Støðin varð sett upp við loyvi frá donsku stjórnini, goldin av US Coast Guard, og rikin av danska vitaverkinum.

Loran C, Eiði, við sínari 190 metrar høgu sendimastur, var ein ”master” støð, stuðlað av ”træla” støðum kring Norðuratlantshav. Støðin var ein munagóð ábót til navigatión og knattstøðu-fix hjá NATO-flotanum, m.a. fyri flogberar, kavbátar og hernaðarflogfør.
Serliga hevði skipanin týdning fyri fyrsta ættarlið av kavbátabornu Polaris-kjarnorkurakettunum, hvørs avmarkaði skotmáli førdi við sær, at kavbátarnir noyddust at halda til í Norðurhavi, fyri at rakettirnar skuldu raka ætlað mál í Sovjetsamveldinum.

Loran C skipanin misti tó brátt hernaðarliga virðið. Neyvari navigatiónsskipanir - navigatión umvegis fylgisveinar, teirra millum hernaðarliga útgávan av GPS-navigatiónsskipanini, vit kenna í dag, gjørdust alsamt munadyggari og tóku yvir. Harafturat kom so, at nýggj ættarlið av Polaris-rakettunum bóru dupult so langt sum fyrsta ættarlið – og hetta gjørdi at Polaris-kavbátarnir kundu leggja seg longur burtur enn í Norðurhavi.

Radarstøðin í Sornfelli
Í 1963 kundu føroyingar staðfesta, at Sornfelli hevði fingið tveir løgnar hvítar kuplar á tindin. Eftir trý ára verkarbeiði, stóð radarstøðin í Sornfelli, við almenna heitinum, ”NATO Early Warning Station Site 09,” endiliga liðug.

Í øðrum kuplinum stóð ein stórur horisontalradari – og í hinum ein líka so stórur vertikalradari. 80 metrar niðri í sjálvum fjallinum var ein bunkari boraður út við lodrættari námsgongd upp til teir báðar radararnar, sum saman veittu radaropratørunum í fjallinum eina trídimensionella mynd av støðuni á norðuratlantisku farleiðunum og loftrúmi.

Longri niðri í líðini, í Mjørkadali, varð ein fyrisitingar- og bústaðarbygningur bygdur, sum stóð liðugur í 1964. Støðin í Mjørkadali kallaðist ”Flyvestation Thorshavn” og var knýtt at danska flogvápninum, ið rak radarstøðina í Sornfelli. Tað var ein partur av avtaluni við NATO, at starvsfólk, radaroperatørar, teknikarar og tænastumanning skuldu vera danir, hóast radarstøðin var ein NATO-verkætlan burturav. Av onkrari orsøk helt danska stjórnin, at hetta fór at føra til størri vælvild mótvegis støðini í Føroyum.

Early Warning – men fyri hvønn?
Í flestu skrivligum keldum um radarstøðina í Sornfelli, framgongur, at hon var ein leinging av amerikansk- kanadisku DEW (Distant Early Warning) linjuni, sum skuldi ávara USA móti kjarnorkuálopi frá sovjetiskum bumbuflogførum. Í einari grein frá 2020, í ”Internasjonal Politik – Skandinavisk tidsskrift for internasjonale studier,” ger hernaðargreinarin Esben Salling Hansen, frá ”Det Danske Forsvarsakademi”, tó vart við, at hetta ikki neyðturviliga nýtist at vera so.

Salling vísir á, at í amerikanskum keldum um DEW-linjuna, verður Sornfelli ikki nevnt sum partur av linjuni. Frá 1961 til 65, varð DEW-linjan longd við at fýra krígsskip og fýra hernaðarflogfør við serligari radarútgerð, áhaldandi vóru til staðar í GIUK-linjuni, sum gongur frá Grønlandi um Ísland til Skotlands. Men Sornfelli var, sum sagt, ikki partur av hesari leinging.

Salling vísir víðari á, at sambært NATO-keldum, varð radarstøðin sett upp sum ein partur av ”Air Defence Ground Environment” (NADGE), ein linja av loftøkiseftirlitsradarum og kontrolstøðum, sum vórðu lagdar framvið ytstu NATO-mørkunum móti Sovjetsamveldinum - frá Noregi til Turkalands. Endamálið var at ávara um taktisk álop á NATO-hereindir og landaøki í Evropa. Í hesari víðkaðu ávaringarketuni hjá NATO, var Sornfelli ein tann fyrsta støðin, ið skuldi byggjast.

Samstundis varð ábyrgdin fyri føroyska loft-økið í NATO-høpi flutt til NATO-ovastan í Evropa (SACEUR), meðan ovastin fyri Atlantshavið, (SACLANT) í USA, helt fram við hernaðarligu ábyrgdini fyri føroyska sjóøkið.

Radarstøðin í Sornfelli var sostatt ein partur av sjó- og lufthernaðarligu verjuni av Evropa, sum skuldi stuðla stríðið mótvegis kavbátum – og stríðnum móti sovjetiskum krígsskipum og flogeindum, ið vardu kavbátarnar. Støðin skuldi eisini hava eyguni við lágt gangandi krússara- og sjómálsrakettum, ið hóttu skip og flogfør hjá NATO. Og eftir at radarstøðin í áttatiárunum fekk ein nýggjan trídimensionellan radara og førleika at taka ímóti og senda radarmyndir víðari frá radarflogførunum hjá NATO, var støðin før fyri at staðfesta missilrakettir, ið annars gingu undir radarhædd.

Harvið gjørdist støðin í Sornfelli ein týðandi partur av elektronisku krígsførsluni – og kundi, sum partur av NADGE-ketuni, styðja uppundir høgt prioriterað taktisk hernaðartiltøk, sambært Salling.

Radarstøðin í Sornfelli stongd
Sum beinleiðis avleiðing av, at kalda kríggið tóktist vera av í nítiárunum, varð radarstøðin í Sornfelli niðurløgd í 2007.

Tað vísir seg tó kortini, at tørvur aftur er á eygunum á Sornfelli. Ætlanin er at seta nýggjan og enn størri radara upp, men tað er ein onnur søga.

Anker Eli Petersen

|
Posta
Newsletter

Posta Newsletter

Tíðindi og alt tað nýggjasta innan føroyska frímerkjaheimin