í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Skráseting 

Tá tygum bíleggja/keypa, biðja vit um navn, bústað, telefonnummar og teldupost. Upplýsingarnar verða einans nýttar til at avgreiða tygara bílegging við. Tær verða goymdar á tryggan hátt og verða ikki á nakran hátt givnar víðari. Ynskja tygum, at vit ikki goyma upplýsingarnar, mugu tygum siga okkum frá hesum. Vit mugu tó goyma avrit av fakturum í 5 ár til grannskoðanina.

Tygara IP-bústaður verður skrásettur, men verður vanliga ikki nýttur til nakað. Hesin kann tó verða nýttur, um onkur bíleggur á følskum grundlarlagi. 

Tíðindabræv
Til ber at fáa tíðindabræv við telduposti um nýggjar vørur. Tekna teg til tíðindabrævið niðast á síðuni høgrumegin. Tað ber altíð til at melda frá.
Netkonto - keyp við skráseting
Hevur tú hald ella bíleggur tú reguliga á stamps.fo? So viðmæla vit, at tú stovnar eina netkonto. Tá verða tínar adressuupplýsingar goymdar, og tú kanst vera við í sjálvvirkandi gjaldsskipanini. Tá tú hevur stovnað eina netkonto, ber til at skráseta títt gjaldskort í sjálvvirkandi gjaldsskipanini. Hevur tú skrásett títt gjaldskort, verða gjøld fyri hald og bíleggingar sjálvvirkandi tikin av kortinum.
Keyp uttan skráseting
Ynskir tú ikki at bíleggja á www.stamps.fo, kanst tú bíleggja gjøgnum telefon ella senda okkum eitt teldubræv ella vanligt bræv.

Bílegging váttað
Tá ið tú bíleggur vøru frá okkum, fært tú beinanvegin teldupost, sum váttar bíleggingina. Í váttanini stendur bíleggingarnummar, navn og bústaður, gjaldsháttur, hvar vøran skal sendast, hvat umbiðið er og tílíkt. Hesa váttan eigur tú at goyma.

Sendingargjald
Allar sendingar verða álagdar eitt ómaksgjald, sum er 25,00 kr. fyri haldarasendingar og 30,00 kr. fyri bíleggingar. Vit senda tað bílagda við vanligum brævi, tá ið keypið ikki fer upp um 1.000,00 kr. Annars verður tað sent sum skrásett bræv (”rekommanderað").

Vørulating
Vøran verður send við Posta. Vøra verður send til øll lond í heiminum.
 
Latingartíð
Tygum eiga at fáa vøruna í næstu viku ella vikuna eftir, um bústaðurin er í Føroyum. Kemur vøran ikki fram, senda vit vøruna av nýggjum. Í slíkum føri, má Posta Stamps hava rímiliga vissu fyri, at vøran veruliga ikki er komin upp á pláss.

Fyrivarni
Vit taka fyrivarni um prísurin hækkar, meirvirðisgjaldi og øðrum gjøldum. Somuleiðis, um postsambandið fer, eins og villa er í tekstinum ella brek eru á myndini. Um vøran ikki er á goymslu, fáa tygum boð um hetta við telduposti.
 
Klagurættindi
Posta Stamps veitir 1 ára klagurætt sum ásett í keypilógini umfatandi framleiðslu- og tilfarsfeilir, sum koma fram, tá vøran verður nýtt á vanligan hátt. Klagurætturin er ikki galdandi fyri feilir, skaðar ella slit, sum beinleiðis ella óbeinleiðis er íkomin orsakað av skeivari nýtslu.

Klaga yvir feilir og manglar, sum keypari eigur at síggja, tá hann fær og sær vøruna, skal fráboðast Posta Stamps innan 30 dagar. Vøran kann tá verða send aftur til Posta Stamps til umvæling, umbýti ella, sbrt avtalu, at keypari fær keypspeningin aftur. Posta Stamps rindar kostnað fyri aftursending í samband við klagu innan fyri rímiligt mark.

Er talan um feilir, manglar ella vøru, ið ikki er komin fram, verður keypari at venda sær til:
  
Posta Stamps
Óðinshædd 2
FO-100 Tórshavn
Føroyar
T-postur: stamps@posta.fo

Vøra, ið verður latin inn aftur, skal eisini sendast til hesa adressuna. Gevið gætur, at Posta Stamps ikki tekur ímóti pakkum sendir pr eftirkrav. Afturlating kann eisini fremjast við at nokta at taka ímóti vøruni ella lata vøruna persónliga hjá Posta Stamps.

Tað er ikki eitt krav, men avgreiðslan verður alt annað líka lættari, um allar tær neyðugu upplýsingarnar eru við í pakkanum - t.d avrit av ordraváttan, skrásetingar- og kontunummar í peningastovni, hartil peningurin skal sendast og kanska eisini avrit av samskifti, ið hevur verið.
 
Iðranarrættur
Í fjúrtan dagar frá tí degi, tygum fáa vøruna, hava tygum rætt at iðra tygum um keypið. 
Hetta sbrt. brúkaraavtalulógini (lóg nr 139 frá 29. mars 1978 "om visse forbrugeraftaler" - sett í gildi við kongligari fyriskipan nr. 483 frá 28. novembur 1979). Angrar keypari eitt keyp, verður hann at senda Posta Stamps vøruna aftur í sama standi, ið vøran varð móttikin.
Tá Posta Stamps hevur móttikið og góðkent aftursendu vøruna, verður keypspeningurin sendur innan nakrar fáar dagar (frároknað post- og avgreiðslugjald) til keyparans kontu. Kostnaðin av at senda vøruna aftur til Posta Stamps, ber keypari.

Góð ráð um keyp á alnótini
Keypa tygum á alnótini, skulu tygum bert keypa frá heimasíðum, ið uppgeva navn, tilhald/bústað, telefonnummar og teldutilskrift, so at tygum eftir keypið kunnu fáa samband aftur við fyritøkuna, gerst tað neyðugt.
|
Posta
Newsletter

Posta Newsletter

Tíðindi og alt tað nýggjasta innan føroyska frímerkjaheimin