í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG
Útgávudagur: 10.08.2023. Virði: 100,00 kr. Nummar: FO 1000. Frímerkjastødd: 40,0 x 60,0 mm. Stødd, smáark: 70 x 100 mm. Listafólk: Edward Fuglø. Gravura: Martin Mörck. Prentháttur: offsett + stálprent umframt sandeffekt og fluoriserandi orange. Prentsmiðja: La Poste, Frankaríki.

Frímerki nr. 1000 - Varði - Smáark, óstemplað

Posta hátíðarheldur frímerki nr. 1000.

Útgávudagur: 10-08-2023
Vørunr.: PPS010823
Virði: 100,00


DKK 100,00
€13,39

Keyp
-
0
+


Frímerki nr. 1000

Frímerkið er ein spegilsmynd av tjóðini.  Eitt kaghol innar í landsins sál, útsjóndina, søguna, plantu- og djóralív og ikki minst fólkalív.

Tann 10. august kunnu vit hátíðarhalda, at føroyska frímerkið nr. 1000 kemur út. Hesum gera vit nógv burturúr, og verður frímerkið avdúkað á útgávudegnum á stórari framsýning í Cleveland, USA, nevnd Great American Stamp Show (GASS) 2023.

Edward Fuglø hevur sniðgivið vakra smáarkið, sum myndar ein varða. Edward Fuglø hevur sniðgivið nógv føroysk frímerki, og vit litu tí honum upp í hendur at sniðgeva okkara frímerki nr. 1000.

Edward hevur teknað ein varða úti í haganum eitt summarkvøld. Huglagið er summarkent, og varðin er umgirdur av tí plantu-, fugla- og djóralívi, sum er at síggja í haganum hesa ársins tíð. Huldan og nykurin eru somuleiðis partur av myndini.

Ein varði kann hava ymiskan súmbolskan týdning – hann kann vera bæði vegvísari og fastapunkt, sum nevnt verður niðanfyri. Frímerki nr. 1000 er ein varði á longu frímerkjaleiðini hjá Posta síðan 1975, tá fyrstu føroysku frímerkini vórðu givin út.

Frímerkini eru ein lítil mentunarberi, ið røkkur langt handan landamørk, langt út í heimsins fjarastu krókar og skot. Á hesum lítla pappírslepa kunnu vit siga frá mongum forvitnisligum, og tað hevur altíð verið endamálið við teimum føroysku frímerkjunum.

Viðurkendi norsk-svenski listamaðurin, Martin Mörck, hevur myndrist sjálvan varðan og firvaldin, sum verður prentaður í stálprenti og offsettHarumframt eru serligir prenthættir nýttir, so tað m.a. kennist sum um at sandur er stroyddur á ein part av frímerkinum. 

Varðin

Ein varði er eitt vegamerki ella eitt sólarmerki, ið er laga upp av gróti sum ein keyla. Varðar hava frá gamlari tíð verið at finna í øllum Norðurlondum. Í Danmark hevur býurin Varde navn eftir sama fyribrigdi.

Varðar hanga í Føroyum frá gamlari tíð uppi við teimum gomlu bygdagøtunum ella varðagøtunum og vísa á leiðirnar millum bygdir. Hetta eru gonguvarðarnir.

Tað eru í Føroyum eisini varðar, ið eyðmerkja ættirnar í eini bygd, eitt nú Vesturvarði, Norðurvarði og Suðurvarði ella eru lagaðir sólarmerki,  sum eitt nú Middagsvarði ella Nónvarði. Her er ikki talan um gonguvarðar í vanligari merking, men sum  fastapunkt eins og har teir verða brúktir sum siglingarmerki. Kongavarðarnir á Argjahamri sum hava givið byggininin undir Kongavarða á Argjum navn, eru lagaðir í 1907, tá Fríðrikur 8 kongur var og vitjaði í Føroyum.

Frá gamlari tíð hava Føroyar verið eitt bygdarsamfelag við bø og haga. Sjálv bygdin við bønum er innanfyri bøgarðarnar, meðan hagin varð uttan fyri  og hagar fóru fólk ikki dagliga uttan í serligum ørindum. Í fornari tíð var tað illa sæð –  ja beinleiðis bannað, at ganga i haganum, uttan at tað var við serligum endamáli, tí tað órógvaði seyðin. Røktingarmenn, sum varaðu av seyðunum, gingu sjálvandi burtur í haga. Eisini gingu fleygingarmenn, sum fóru at flaga fugl gjøgnum hagan Onnur kundu fara í hagan í krónna eftir torvi  og um summari gingu neytakonurnar í haganum fyri at mjólka neytunum. Ongin gekk uttan orsøk og mól í haganum. Hildið var, at tað vóru bert seyðatjóvar, sum gjørdu tað. Seyðatjóvar fingu harða revsing, um teir vóru tiknir, og tí vóru teir vandamiklir at koma í hóslag við hjá einsamøllum fólki.  Tá fólk fyrr gingu í haganum, gingu tey sínar lógligu leiðir og tær vóru eftir vørðunum ella varðagøtunum millum bygdir. Har kendu tey seg rímiliga trygg.

Uttan fyri varðagøturnar var vandi á ferð, ikki bert fyri at koma fram á seyðatjóvar, men har húsaðust eisini  øll tey fornesku, serliga huldufólkini. Har kundi huldan, sum ynskti sær mann, sita uttanfyri heyggin og spinna. Kom maður í hóslag við hana, kundi honum verða boðin óminnisdrykkur, og gloymdi hann at blása froðuna omanav, so kom hann í hennara vald. Nykurin helt til við vøtn og stórar áir, og hann kundi skapa seg um til ein fittan hund ella ein vakran hest, sum lokkaði bæði børn og vaksin til sín. Nertu tey við hann, so vóru tey straks føst í honum, og fór hann tá beina leið niður  í vatnið við teimum.

Einsamøll ferðaðust fólk bert í dagslýsi millum bygdir, men tað kundi henda at tíðin fór frá teimum, so tey komu at ganga seg inn í skýming og myrkur og alt kom tá at verða meira huldisligt og óunniligt, sjálvt mánalýsi fekk mangt undarligt at koma fram í haganum.

Um dagin kundi mjørki leggjast yvir landið, so tað næstan ikki sást fram um nøsina, og tá kundi tað vera torført at finna leiðina til næsta varða, um gøtan ikki var væl trádd. Søgur eru um neytakonur sum tá hava gingið seg í óføri í mjørka. Ringast var um veturin í kulda og kavaroki. Tá var ikki annað at gera enn at halda seg til tann varða, ið ein var komin til og bíða. Seta teg niður mátti tú ikki, tí tá kundi tú sovna og kuldadeyðin var vísur. Søgur eru um menn, ið hava tikið varða niður fleiri ferðir og laga hann uppaftur, fyri at halda seg heitan, og tað bjargaði lívi teirra. Varðarnir hava sostatt ikki bert víst vegin, men eisini á sín hátt varða av fólki. Tað er ikki fyrr enn í nýggjari tíð við eini heilt øðrvísi náttúrufatan, at fólk hava fingið trongd til at ganga um allan hagan til stuttleika, og tað hevur sínar trupulleikar.

Varðar daga upp í landslagnum og síggjast. Teir eru bæði vegvísarar og fastapunkt. Tí eru varðar vorðnir  ímyndir av fastapunktum ikki bert í søguligu gongdini í landinum, men eisini í lívsleiðini hjá  einstaklingum, og fólk, sum á ymiskan hátt skarað fram úr kunnu tí eisini verða umrødd sum varðar. Tað er ikki av ongum, at fyrsta føroyska bókmentafelagið, sum síðani 1921 hevur givið út eitt tíðarrit gav tí navnið Varðin. Tað er heldur ikki heldur ikki av tilvild at eitt vinnu- og reiðaravirki, sum var stovnað í Gøtu í 1985 fekk sær navnið Varðin. Her var tað sjálv ímyndin, sum taldi.

Jóan Pauli Joensen,
Doktari í søgu og siðsøgu

|
Posta
Newsletter

Posta Newsletter

Tíðindi og alt tað nýggjasta innan føroyska frímerkjaheimin