í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG
Útgávudagur: 11.08.2023. Virði: 50,00 kr. Nummar: FO 1001. Frímerkjastødd: 88,0 x 68,0 mm. Smáarkstødd: 108 x 113 mm. Listafólk: Emil Krause. Myndrist: Martin Mörck. Prentháttur: offsett + myndrist. Prentsmiðja: La Poste, Frankaríki. Postgjaldsbólkur: Innskrivað bræv.

Martin Mörck nr. 1000 - Smáark, óstemplað

Martin Mörck fer um søguligt mót: Frímerki nummar 1000. 

Útgávudagur: 11-08-2023
Vørunr.: PPS020823
Virði: 50,00


DKK 50,00
€6,69

Keyp
-
0
+



Martin Mörck fer um søguligt mót:
Frímerki nummar 1000


Tann 11. august 2023 hátíðarheldur Martin Mörck, heimsins virknasti núlivandi frímerkjasniðgevi og -gravørur, útgávuna av frímerki sínum nr. 1000 í Cleveland, Ohio. 

Hendan dagin hava 1.000 ymisk snið og/ella graveringar hjá Martini Mörck prýtt meira enn 1.100 frímerki útgivin av 28 postverkum um allan heim. Føroyar hava tá givið út 48 av verkum hansara, harav 40 sum vanlig frímerki og átta sum postgjaldsmerki.

Sigast skal, at munur er á, hvussu Mörck ger upp, og hvussu Posta ger upp. Í mun til Mörck roknar Posta ikki postmerkini upp í samlaða talið. Posta eyðmerkir postmerkini í ein annan bólk enn tey vanligu frímerkini, hóast bæði verða brúkt til frímerking. Sum listamaður roknar Martin Mörck upp í sína uppgerð hvønn einasta pappírslepa, sum verður brúktur til frímerking, og sum er prýddur av einum av verkum hansara.

Sum eldhugaður savnari av verkunum hjá Martini Mörck havi eg havt stóran áhuga í at givið mítt íkast til uppkast og menning av frímerki hansara nummar 1.000. Eg veit, at Mörck eins og eg hevur stóran tokka til Føroyar (smb. grein míni í Posta Stamps nr. 51), og tí hevur tað verið ein dreymur hjá mær, at frímerki hansara nummar 1.000 var givið út sum føroyskt frímerki.

Í juli 2021 legði eg fram fyri táverandi leiðaranum á Posta, Svanbjørg Manai, mítt fyrsta uppskot um frímerki nummar 1.000 hjá Martini Mörck. Uppskotið var væl móttikið. Vit umrøddu evnið fleiri ferðir, men verkætlanin var ikki endaliga samtykt fyrr enn í februar 2022 á altjóða frímerkjaframsýningini í London, tá eg aftur hitti Svanbjørg og eisini Ingun Olsen, nýggja leiðaranum á Posta Stamps, og listamanninum sjálvum. Eftir innleiðandi orðaskifti í London komu vit ásamt um, at myndevnið fyri frímerkinum skuldi snúgva seg um havið, tí Martin sjálvur er ítrivssiglari, og fyri at avspegla mentanarsamleika Føroya og draga inn tað føroyska landslagið. Vit hildu hugskotið um at nýta ein føroyskan málning vera gott, um vit funnu ein málning, sum leyk allar treytir. Umframt mín áhuga fyri hesari serligu fagnaðarútgávu hevði eg eisini leingi ynskt, at frímerki nummar 1.000 hjá Martini Mörck skuldi vera tað størsta frímerkið nakrantíð, sum var graverað í hond. Eg kom tí fram við hesum ynskinum, og at enda blivu vit eisini samd um tað.

Næsta stig var at kanna føroysk listasøvn, og hetta fór Svanbjørg undir. Hon fann onkrar málningar, men vit høvdu trupult við at taka avgerð. Eina dagin segði Svanbjørg mær, at hon hevði funnið ein málning, sum henni dámdi væl. Henda málning hevði hon sæð á eini vitjan hjá kenda føroyska listamanninum Edwardi Fuglø. Talan var um málningin hjá Emil Krause frá 1933 við heitinum ”Aftur av útróðri”, sum hekk á vegginum í borðstovuni hjá Edwardi. Myndevnið á málninginum leyk allar avtalaðu treytirnar. Vit vístu Martini eina mynd av málninginum, og honum dámdi hann eisini væl. Hann gjørdi av at gravera málningin sum sítt frímerki nummar 1.000.

Tá ið myndevnið nú var valt, fóru eg og Durita Jacobsen frá Posta undir at sniðgeva frímerkið nummar 1.000 hjá Mörck og tilhoyrandi miniarkið. Víðagitni pólski gravørurin Czesław Słania er upphavsmaður til higartil størsta hondgraveraða frímerkið. Hetta var frímerki nummar 1.000 hjá Slania, sum var givið út av svenska postverkinum í ár 2000. Til hetta frímerkið graveraði hann eitt lítið brot av eini loftsfresko frá barokkinum í kongaliga summarbústaðnum Drottningholm Slot nærhendis Stokkhólmi. Skapið á frímerkinum innan fyri gatingina er 55 x 75 mm. Vit vildu seta met, og vit settu tí støddina á krotingini á frímerkinum hjá Mörck at vera 62 x 82 mm.

Í august 2022 vitjaði eg Fuglø í heimi hansara í Klaksvík og hugdi at upprunamálninginum hjá Krause, sum Martin skuldi gravera eftir. Tað var ein heilt øðrvísi uppliving fyri meg at síggja upprunamálningin. Mín fyrsta reaktión var ”wauw”! Talan er um ein vakran oljumálning á lørifti, 98 x 128 cm. til støddar. Málningurin ímyndar tríggjar troyttar føroyskar útróðrarmenn, sum roykja pípu við ruskutu sjóvarstrondina á Viðareiði. Teir eru á veg heim av útróðri og hava sjófongin í leypum á bakinum. Staðsetingin á myndevninum er høgrumegin landsveg 70 nærhendis bátarampan, tá mann kemur úr Viðareiðistunlinum. Edward segði mær, at hann hevði keypt málningin, tí abbi hansara var útróðrarmaður av Viðareiði. Hann sær abba sín fyri sær, tá hann hyggur at málninginum.

Danski málarin Emil A. Krause (1871-1945) vitjaði Føroyar tvær ferðir í byrjanini av 1900. Meðan hann var í Føroyum, málaði hann nakrar málningar, sum lýsa føroyskan livihátt og landslag. Hann dugdi ómetaliga væl í sínum vøkru málningum at lýsa fólk og umhvørvið, tey livdu í. Hansara málningar hava hjálpt okkum at skilja tað føroyska samfelagið, sum tað var tá.

Umframt at gravera frímerkið, so er Martin upphavsmaður til myndprýðingina og serstemplið á fyrstadagsbrævbjálvanum. Myndevnið á brævbjálvanum vísir andlitið á listamanninum sæð á vangan, meðan hann graverar eitt frímerki. Staðurin á fyrstadagsstemplinum er Klaksvík, har upprunamálningurin er.

Í august í ár verður søga skrivað í Cleveland í fleiri brøgdum. Martin Mörck gevur út sítt frímerki nummar 1.000 sum annar frímerkjalistamaður nakrantíð, har Slania var hin fyrsti. Samstundis fer hann at vera tann gravørurin, sum hevur graverað størsta frímerkið nakrantíð, og føroyska postverkið gevur út hetta størsta hondgraveraða frímerkið. Lat ikki hesa søguligu hending gleppa tær av hondum. Vit síggjast í Cleveland!

Armağan Özdinç
|
Posta
Newsletter

Posta Newsletter

Tíðindi og alt tað nýggjasta innan føroyska frímerkjaheimin