í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG
Postkort við 27kr frímerki og serstempli - 1. oktober 2021

Altjóða postkortdagur - Postkort

Postkort við 27kr frímerki og serstempli - 1. oktober 2021

Útgávudagur: 27-09-2021
Vørunr.: WPCD21WOR
Virði: 37,00


DKK 37,00
€4,95

Keyp
-
0
+


Altjóða postkortdagur tann 1. oktober 2021
Altjóða postkortdagur er ein roynd at fáa fólk at senda postkort tann 1. oktober, so tey kunnu uppliva, hvussu stuttligt tað er at senda ella at fáa eitt óvæntað postkort frá familju, vinfólki og kenningum. 

Í hesum sambandi hevur Posta givið út eitt serligt postkort, sum myndar trý tey fyrstu føroysku frímerkini givin út eftir at Postverk Føroya bleiv stovnað fyri 45 árum síðani, hin 1. apríl 1976.  

Vit bjóða okkum til at senda postkortið fyri teg - sí teigarnar høgrumegin.

Les meira um altjóða postkortdagin her: www.worldpostcardday.com

Send eitt postkort út í heim
Vit bjóða okkum til at senda eitt postkort fyri teg til vinir og kenningar í útheiminum. Bílegg kortið her og vit prenta tekstin á kortið, frankera tað við lundafrímerki og serstempli og senda tað síðan avstað.

Tað er lætt at bíleggja - legg vøruna í kurvina og fylg vegleiðingini. Minst til at seta navnið á móttakaranum í viðmerkingarteigin.  Um onki navn stendur, verður kortið sent til tín egna bústað.  

Teksturin niðanfyri verður prentaður á og vit senda síðani kortið fyri teg.

Hey (navn á móttakara verður skrivað her)
Gleðiligan World Postcard Day!
Blíðar heilsur
(títt navn ella tað tú skrivar í kommentarteigin verður skrivað her)
Available formats
|
Posta
Newsletter

Posta Newsletter

Tíðindi og alt tað nýggjasta innan føroyska frímerkjaheimin