í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG
Postkort við 17kr frímerki og serstempli - 1. oktober 2021

Altjóða postkortdagur - Postkort

Postkort við 17kr frímerki og serstempli - 1. oktober 2021

Útgávudagur: 27-09-2021
Vørunr.: WPCD21FOR
Virði: 27,00


DKK 27,00
€3,61

Keyp
-
0
+


Altjóða postkortdagur tann 1. oktober 2021
Atjóða postkortdagur er ein roynd at fáa fólk at senda postkort tann 1. oktober, so tey kunnu uppliva, hvussu stuttligt tað er, at senda ella at fáa eitt óvæntað postkort við postinum.

Í hesum sambandi hevur Posta givið út eitt serligt postkort, sum myndar trý tey fyrstu føroysku frímerkini givin út eftir at Postverk Føroya bleiv stovnað.  

Postkortið er frankerað við 17kr frímerki og stemplað við serstempli tann 1. oktober 2021.

Send eitt postkort til onkran í Føroyum
Vit bjóða okkum til at senda eitt postkort fyri teg til onkran í Føroyum. Vit prenta tekstin niðanfyri í kortið og senda tað.

Tað er lætt at bíleggja - legg vøruna í kurvina og fylg vegleiðingini. Minst til at seta navnið á móttakaranum í viðmerkingarteigin.  Um onki navn stendur har, verður kortið sent til tín egna bústað.  

Teksturin niðanfyri verður prentaður á, og vit senda síðan kortið fyri teg.

Hey (navn á móttakara verður skrivað her)
Gleðiligan World Postcard Day!
Blíðar heilsur
(títt navn ella tað tú skrivar í viðmerkingarteigin verður skrivað her)

Les meir um altjóða postkortdagin her: www.worldpostcardday.com
Available formats
|
Posta
Newsletter

Posta Newsletter

Tíðindi og alt tað nýggjasta innan føroyska frímerkjaheimin