í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Svanbjørg Manai gevst eftir meira enn 47 ár

Svanbjørg hevur verið við heilt frá byrjan, tá Postverk Føroya og frímerkjadeildin vórðu stovnað í 1976

Fríggjadagin, 15. september var móttøka á Posta í sambandi við, at Svanbjørg Manai fer úr starvi eftir meira enn 47 ár og 1000 føroysk frímerkir. Starvsfelagar, familja, kenningar og frímerkjasavnarar vóru møtt upp til sera væl vitjaða móttøku á Posta.

– Føroysku frímerkini hava havt ovurstóran týdning, tá tað snýr seg um kunning um Føroyar úti í heimi. Svanbjørg hevur verið við heilt frá byrjan, tá Postverk Føroya og frímerkjadeildin vórðu stovnað í 1976, og er við árunum vorðin andlit og umboð fyri bæði frímerkjadeildina og fyri føroyska mentan úteftir. Fyri okkum og fyri savnarar kring heimin er Svanbjørg ein sonn frímerkjadrotning. Gjøgnum árini hevur hon knýtt vinarbond og sambond kring allan heim m.a. á mongum frímerkjaframsýningum og fundum annars, skrivar Posta í tíðindaskrivi.

– Í summar kundi Posta hátíðarhalda føroyska frímerkið nr. 1000, og Svanbjørg hevur sett sín dám á hvørt einasta av hesum 1000 frímerkjunum. Á Posta ivast vit ikki í, at Svanbjørg er errin av at hava rokkið hesum varðanum – bæði persónliga, men eisini í arbeiðshøpi.

Og sambært Posta eru tær leiðreglur, sum Svanbjørg var við til at gera fyri føroysk frímerki, framvegis galdandi fyri føroyskar frímerkjaútgávur.

– Hvørt frímerki skal siga eina søgu og virka sum ein lítil gluggi inn í føroyska mentan, søgu og viðurskifti annars.

Sjálv sigur Svanbjørg, at frímerkini hava verið hennara hjartamál frá fyrsta degi.

– Har byrjaði eg, og har steðgi eg, sigur hon.

Í sambandi við, at Svanbjørg fer úr starvi, hava starvsfelagar á Posta framleitt eitt frímerki, sum ímyndar Svanbjørg. Martin Mörck, heimsins kendasti gravørur, hevur graverað.

 

|
Posta
Newsletter

Posta Newsletter

Tíðindi og alt tað nýggjasta innan føroyska frímerkjaheimin