Vørunr. | Vørunavn | Eind | Mynd | Prísur v/MVG |
---|
Útgávan av postgjaldsmerkjum flutt frá oktober til januar
Framyvir verða árligu postgjaldsmerkini givin út í januar í staðin fyri í oktober. Orsøkin er tann, at postgjaldshækkanin altíð er galdandi frá 1. januar, og tí er tað skilabest at hava útgávuna tá.
Hetta hevur við sær, at vit hava tvær útgávur av postgjaldsmerkjum innan fyri tríggjar mánaðir her í byrjanini. Báðar útgávurnar fara at verða brúktar í 2022, líka fram til nýggj postgjaldsmerki koma í januar 2023.
Nýggj postgjaldsmerki fara hereftir at verða givin út í januar.