í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Martin Mörck

Norsk-svenski listarmaðurin, Martin Mörck er heimsins virknasti núlivandi sniðgevi og -myndristari.

Ein norðurlendskur frímerkjasniðgevi

Síðani 1977 hevur hann sniðgivið og/ella myndrist yvir 900 ymisk frímerki, sum eru givin út av postverkum í 28 londum, teirra millum Posta. Hansara sniðgáva og myndristing prýða 46 ymisk føroysk frímerki og postgjaldsmerki. Harumframt hevur hann sniðgivið og/ella myndprýtt níggju føroysk smáørk.

Martin Mörck er sannur føroyavinur. Ein motorsúkklutúrur, sum var eitt ævintýr upp á seks vikur í Føroyum, tá ið hann var nítjan, var hansara fyrsta uppliving av føroyskum landslagi og føroyskari mentan. “Genta mín og eg pakkaðu eitt tjald og koyrdu til Danmarkar á motorsúkkluni hjá mær til ferjuna til Føroyar. Ætlanin var at vitja hvørja einastu oyggj í Føroyum, har koyrandi var á súkkluni hjá okkum, og tað gjørdu vit so. Vegirnir vóru als ikki í slíkum standi í 1974, sum teir eru í dag, og tí var tað torført at koyra á teimum longu, krókutu vegunum. Nógvastaðni noyddust vit at taka ferju av einari oyggj á aðra, tí tá vóru eingir tunlar oyggjanna millum. Tað var ein framúrskarandi túrur, sum knýtti meg til Føroya við stórum eldhuga, sum er til staðar enn í dag. Síðani tá havi eg vitjað í Føroyum mangar ferðir,” sigur Martin Mörck.

Spurdur um, hvat honum dámar best í Føroyum, svarar hann soleiðis: “Náttúran er vill og ónomin. Tað harðrenda landslagið er serstakt og undurfult. Veðrið passar mær sera væl. Fólk eru vinarlig og hava bæði bein á jørðini. Maturin er frálíkur við stórum úrvali av øllum, mær dámar best: lambskjøti, eplum, fiski, grind og fugli.”

Martin Mörck fór at arbeiða fyri postverkið í Føroyum eftir at hann hevði hitt Svanbjørg Manai á eini frímerkjaframsýning fyrst í nítiárunum. Av tí at hann var so hugtikin av Føroyum, vildi hann fegin sniðgeva og myndrista føroysk frímerki. Hansara fyrsta uppgáva var at sniðgeva eina frímerkjarøð um fuglaveiðu. Men tekningarnar til hesi frímerki lógu burturgloymdar í eini skuffu, til tær at enda vórðu prentaðar í 2018. Tað fyrsta frímerkið hjá Martini Mörck um Ólav Heilaga kom út í 1995.

Í mong ár hevur hann sniðgivið og myndrist nógv prýðilig føroysk frímerki. Mítt føroyska yndisfrímerki, sum Martin Mörck hevur gjørt, er smáarkið Víkingar í Atlantssigling (2002). Tað meti eg vera eitt av hansara meistaraverkum.

Hvat føroyskt frímerki er so listarmansins egna yndisfrímerki?
“Tað er torført at velja. Frímerkið við tí føroyska knívinum (2017) er eitt av teimum, sum eg eri allarbest við. Tað er mest tí, at eg sjálvur samli upp á knívar, men eisini vegna tað serstaka sniðið á tí føroyska knívinum. Eg var í Føroyum eitt langt tíðarskeið í samband við ta verkætlanina. Eg leitaði eftir einum prunkaðum knívi til frímerkjamynd, og fann ein í einum privatum knívasavni, sum Nólsoyar Páll hevur átt.

Men tá ið til stykkis kemur, hugsi eg, at yndisfrímerki mítt millum tey føroysku er toskaskræðufrímerkið (2016). Tað var fyrsta frímerki í søguni, sum er gjørt av ektaðari fiskaskræðu. Eg fann sjálvur uppá og menti hugskotið aftanfyri tað frímerkið,” sigur hann.


Tað nýggjasta føroyska frímerki hjá Martini Mörck varð givið út í sambandi við, at drotning Margreta 2 hevur sitið sum drotning Danmarkar í 50 ár. Hann hámetir og virðir drotningina, og tí hevur hann gjørt serliga nógv burturúr hesi týdningarmiklu søguligu útgávu. Tá ið Posta hevði gjørt av, at hetta frímerkið skuldi prentast á eitt smáark, skuldu vit velja eina bakgrund. Eg vildi fegin hava ein pall, sum lýsir Føroya søgu, við grasi, gróti og havi íkring. Tá ið vit høvdu tosað aftur og fram eina tíð, varð Kirkjubømúrurin valdur til bakgrund, og avgjørt varð, at drotningin skuldi sita á grótgarðinum, sum er um múrin, “ greiðir hann frá.


“Tað næsta stigið var ein mynd av drotningini, sum skuldi brúkast til at prýða frímerkið. Sostatt máttu myndamaðurin Steen Brogaard og eg fara til Fredensborg slott til myndatøku. Eg hevði ætlað, at drotningin skuldi sita lágt, so at tað sá út, sum hon sat á einum steini. Frammanundan hevði eg gjørt eina blýantsskitsu av smáarksmyndini, sum eg vísti drotningini, til tess at lýsa, hvat eg vildi hava. Drotningin er sjálv listarfólk, og eisini eitt sera klókt fólk. Tí havi eg eisini áður upplivað, at tað hevur verið sera lætt at samskifta við hana og greiða frá, hvat ið mínar listarligu ætlanir eru. Tá ið myndatøkan var liðug og væleydnað, setti eg myndirnar av drotningini og múrinum saman, sum fyrimynd til mína tekning. Endaúrslitið er ein mynd, sum vísir drotningina, sum situr á garðinum, meðan hon nýtur sólina ein góðan summardag í Føroyum. Eg myndristi bert myndina av drotningini við hond, sum er prentað við djúpprenti, meðan smáarkið annars er prentað við offsett.”

Martin Mörck leggur dent á, at honum hevur altíð dámað væl at arbeiða við teimum føroysku frímerkjunum, og at hann hevur sett stóran prís upp á tað stóra listarliga frælsi, sum Svanbjørg Manai hevur latið hann havt. Hann gleðir seg til at sniðgeva og myndrista nógv fleiri frímerki fyri Føroyar í framtíðini.

Armagan Ozdinc

|
Posta
Newsletter

Posta Newsletter

Tíðindi og alt tað nýggjasta innan føroyska frímerkjaheimin