Vørunr. | Vørunavn | Eind | Mynd | Prísur v/MVG |
---|
Vegna broytta og herda lóggávu, broyta vit nú mannagongd viðvíkjandi nýtslu av gjaldskorti. Tú skalt ikki longur senda okkum tínar kortupplýsingar. Frameftir skalt tú sjálv/ur skráseta títt gjaldskort á heimasíðu okkara, um tú ynskir at gjalda fyri bíleggingar við korti. Hetta er galdandi fyri allar bíleggingar, tað veri seg við telduposti, brævi, telefon ella á heimasíðuni.
Hevur tú skrásett títt gjaldskort á heimasíðuni, verða gjøldini fyri hald og bíleggingar sjálvvirkandi tikin av kortinum.
Situr tú eftir við møguligum spurningum, ring so til kundatænastu okkara á telefon 346200, send ein teldupost til stamps@posta.fo ella skriva til okkum við at nýta teigin "Spyr okkum" vinstrumegin.
Vit vegleiða fegin.
Hevur tú onga netkonto á stamps.fo? Fá tær eina í dag:
Tú hevur longu eina netkonto hjá okkum?
Um tú longu hevur eina netkonto, skalt tú bert rita inn her á síðuni og skráseta títt gjaldskort. Hetta gert tú við at trýsta á navnið hjá tær, sum stendur í breddanum ovast á síðuni.