Mappa - Postverk Føroya 50 ár
Vøkur mappa við smáarki og fyrstadagsbjálva, sum Edward Fuglø hevur sniðgivið.
Smáarkið hevur eyðkenda bláa Posta-litin og gullfolia ger arkið til nakað serligt.
Á smáarkinum er ein kollasja í skapi sum talið 50, samansett av gerandis brúkslutum, sum eru nýttir í samskiftinum við viðskiftafólk hjá stovninum ígjøgnum árini – frá einum av fyrstu frímerkjunum í 1976 til nýmótans Posta-appina. Millum lutirnar sæst eisini tann eyðkendi hvíti rúsdrekkakassin frá eldri tíð.
Hin 1. apríl 1976 varð postverkið yvirtikið, so tað kom á føroyskar hendur. Áðrenn tað, hevði danska postverkið tikið sær av postflutningi til og úr Føroyum og eisini millum bygdir og oyggjar. Yvirtøkudagurin varð hátíðarhildin, og skipað varð fyri, at fólk kundu ogna sær brævbjálvar við frímerki á og sum vórðu stemplaðir henda dagin. Hetta varð nevnt ”fyrstadagsstempul”, og tað vóru mong, ið nýttu hetta høvið at ogna sær brævbjálvar við fyrstadagsstemplinum á (1.-4.-1976).