í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Húsfrúgvin í Húsavík - Smáark, óstemplað

Smáark við trimum frímerkjum

Útgávudagur: 26-02-2014
Vørunr.: PPS000214
Virði: 30,00


Húsfrúgvin í Húsavík. Útgávudagur: 26.02.2014. Virði: 3 x 10.00 kr. Nummur: FO 776-78
Frímerkjastødd: 42 x 34. Arkstødd: 112 x 62 mm. Snið: Edward Fuglø. Prentháttur: offsett
Prentsmiðja: LM Group, Kanada. Postgjaldsbólkur: miðalbrøv, innanoyggja 0 - 50 gr

 

Húsfrúgvin í Húsavík

 

Søgnin um Húsfrúnna í Húsavík er søgan um eina vesælagentu í Skúvoy, sum í einum dreymi fær kunnleika til hvar gullhornið hjá sjálvum Sigmundi Brestissyni er grivið niður. Tað er úr reinasta gulli, reinari enn nakar dýrgripur, kongur eigur. Lívið hjá hesi fátæku arbeiðsgentuni er so ússaligt, at hon liggur undir kvørnini í spjørrum um næturnar, men fær nú so ríka samsýning frá kongi fyri gullhornið, at hon kann keypa alla jørðina í Húsavík og aðra staðni á Sandoy við, so hon brátt gerst ríkasta kvinna, ið hevur livað í Føroyum.

 

Søgan ljóðar sum dagdreymur hjá fátækrafólki, men veruleikin er, at í hvussu so er ein og helst tvær ovurríkar kvinnur við stórum jarðarognum hava livað í Húsavík í 14. øld. Tær sjálvar og ognir teirra eru umrøddar í arvabrøvum frá árunum 1403 og nøkur ár fram, og her hevur ikki verið lítið at arva. Nevndar vera stórar jarðarognir í Føroyum, stór og óvanliga væl bygd hús av ymiskum slagi í Húsavík, ein nøgd av útbúna, ríkari og fínari enn nakar annar í Føroyum hevur átt, og hartil stórar jarðarognir og bygningar í Hetlandi og í Bergen og har í nánd.

 

Tað er eitt sindur ógreitt, hvørjar tær vóru, men helst er talan um móður og dóttur, ið eru komnar í bland við tíðini. Mangt bendir á, at hin eldra, móðirin, er norsk og er dóttir ein norskan stórmann við sambandi til Hetlands. Maður hennara er helst eisini norskur. Hví og hvussu hesi bæði er komin til Føroyar og hava búsett seg í Húsavík, veit eingin nú, men har í bygdini og aðrastaðni hevur minnið um tær livað í søgnini, hóast har bert verður tikið til ta einu kvinnuna við tí hábærsliga navninum Hústrúin í Húsavík. Navnið tykist seinni at vera broytt til hitt enn meira hábærsliga Húsfrúgvin í Húsavík.

 

Tað er sjálvsagt, at so stórt ríkidømi elvir til umrøðu millum fólk. Enn meira av tí, at her her talan um kvinnur. Ei heldur er undur í, at evni úr fólksligari pátrúgv eru tikin upp í sagnirnar.  Tað hendir vanliga í sagnum. Olmussugentan Sissal í Skúvoy finnur ikki tann stóra skattin av tilvild, men tí at hon er sanndroymd. Fyrr trúðu tey um ávís merkisfólk, at hesi kundu kenna framtíð og alt, ið dult var, tí tey fingu serstaka vitan í dreymi. Tað er ikki sørt, at hesin møguleikin enn verður nevndur í samrøðu um okkurt, ið tykist gátuført.

 

Søgnin sigur eisini, at húsfrúgvin dugdi gand. Í Húsavík er sera góður, slættur og væl vallaður bøur, men í brøttunum uttan fyri bøgarðarnar er lendið heldur grýtut og summastaðni skriðukent. Fólk hevur viljað funnið onkra frágreiðing um, at ikki meira grót, enn ein kundi trúð, er í tí vakra bønum, og tí er tað komið upp í søgnina, at Húsfrúgvin rúnarbant bøin, t.e. legði gand í hann, so grót ikki ríður oman úr brekkunum enn tann dag í dag. Hepnir hava húsvíkingar verið av hesi bygdakonu síni.

 

Eitt annað, ið fólk hevur heft seg við, eru farvegirnir eftir húsaognum hennara. Serliga grundir, sterkt og væl laðaðar úr stórum gróti, størri enn tað hevur verið mansførleiki at fáa til hús. Eisini her kemur pátrúgvin uppí, nú við einum nyki, ið hon hevði vald á, so hann dró grótið saman fyri hana. Nykur var ein yvirnatúrlig vera, sum í líki av hesti livdi í vøtnum, og sum tey fyrr hildu vera vandamiklar, tí hann lokkaði børn upp á bakið, og fór so í vatnið við teimum, har tey druknaðu. Nykurin hjá Húsfrúnni helt til í Lítlavatni, og har hvarv hann eisini aftur í endanum. Best sum hann dró ein stóran stein fyri hana, slitnaði halin úr honum. Tá misti hon valdið á nykinum, og hann hvarv í Lítlavatni.

 

Søgnin um Húsfrúnna í Húsavík er ein av allar elstu søguligu sagnum í Føroyum, har vit við vissu kunna staðfesta, nær hendingarnar eru farnar fram, og nær fólkini hava livað.


Eyðun Andreasen

|
Posta
Newsletter

Posta Newsletter

Tíðindi og alt tað nýggjasta innan føroyska frímerkjaheimin