í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG
Útgávudagur: 01.04.2026. Virði: 50,00 kr. Nummar: FO 1056. Frímerkjastødd: 90 x 60 mm. Arkstødd: 100 x 70 mm. Listafólk: Edward Fuglø. Prentháttur: offsett + hot simili foiling. Prentsmiðja: Cartor Security Printers, Frankaríki. Postgjaldsbólkur: Innskrivað bræv

Postverk Føroya 50 ár - Smáark, óstemplað

Hin 1. apríl 1976 varð postverkið yvirtikið, so tað kom á føroyskar hendur. 

Útgávudagur: 01.04.2026
Vørunr.: PPS000426
Virði: 50,00


DKK 50,00
€6,69

Keyp
-
0
+


Postverk Føroya 50 ár


Hin 1. apríl 1976 varð postverkið yvirtikið, so tað kom á føroyskar hendur. Áðrenn tað, hevði danska postverkið tikið sær av postflutningi til og úr Føroyum og eisini millum bygdir og oyggjar. Yvirtøkudagurin varð hátíðarhildin, og skipað varð fyri, at fólk kundu ogna sær brævbjálvar við frímerki á og sum vórðu stemplaðir henda dagin. Hetta varð nevnt ”fyrstadagsstempul”, og tað vóru mong, ið nýttu hetta høvið at ogna sær brævbjálvar við fyrstadagsstemplinum á (1.-4.-1976).

Tað eru nú 50 ár síðani, og hevur henda tíðin verið ein stór broytingartíð í Føroyum, bæði hvat viðvíkur samferðsluni millum bygdir og oyggjar, men eisini í samskiftinum millum fólk í heila tikið. Í fleiri smábygdum og á útoyggjum var telefonsambandið einans hálvautomatiskt. Tað vil siga, at ein telefon var í húsinum, men fyri at ringja til onkran var neyðugt fyrst at ringja á telefonstøðina og biðja um nummarið. Síðani ringdi telefonstøðin viðkomandi nummar upp, og so varð koblað saman við heimatelefonina hjá tí, sum hevði ringt á støðina. Soleiðis var samskiftið nógvastaðni í landinum, tá postverkið varð yvirtikið, so gerandisdagurin hjá fólki var ikki ein støðugur streymur av samskifti og tíðindum, sum tað er nú. Telefonsamrøðurnar vóru tí avmarkaðar av sær sjálvum, og tíðindini vórðu borin av útvarpinum og av tíðindabløðunum. Tað var tí eisini vanligt, at fólk hildu tíðindabløðini; tey hildu kanska  ikki øll bløðini, men í hvussu so er eitt. Umframt tíðindabløðini vóru eisini vikubløðini, sum komu eina ferð um vikuna. Tey flestu vóru donsk sum til dømis Familie Journal, Billed-Bladet og Hjemmet. Hesi bløð vóru ikki beinleiðis tíðindabløð, men søgdu tó frá søgum uttanlands, væl stiðjað av myndum, sum fyltu síðurnar. Alt hetta varð ført við postinum, so tá posturin kom, bórust tíðindi bæði føroysk og útlendsk innar í stovurnar hjá fólki.

Eisini var vanligt, at príslistar komu við postinum. Nevnast kunnu ”Daells Varehus” og ”Cykelfabrikken Sport”, sum vóru danskir príslistar. Onkur týskur var eisini, sum til dømis ”Quelle”. Úr hesum príslistum kundu fólk so bíleggja sær ymiskt. Tað varð gjørt við at útfylla eitt skjal, ið fylgdi við príslistanum. Hvør vøra hevði eitt nummar, og á hetta skjalið varð skrivað nummarið á teimum vørum, ið ein ætlaði at bíleggja. Navn og adressa hjá viðkomandi, ið bílegði, skuldi sjálvsagt eisini upplýsast, og so varð skjalið lagt í ein brævbjálva, ið eisini vanliga fylgdi við príslistanum. Tað var ókeypis fyri kundan at senda brævið, tí móttakarin rindaði fyri postgjaldið. Tað gekk so ein tíð – kanska eini tvær til tríggjar vikur – so kom vøran við postinum.

Tá granskað verður í søgu hins einstaka og søgu sum heild, er brævaskifti millum fólk ofta ein týðandi partur av hesi gransking. Í brævaskiftinum fæst innlit í tankar, sum fólk kunnu hava gjørt sær um ymiskt og eisini kunnu brøvini geva eina lýsing av dagligum og gerandisligum viðurskiftum, sum kanska eru vorðin øðrvísi við tíðini. Nýggja tøknin við telefonsambandi, interneti og  fjarskifti annars hevur í stóran mun trokað  brøvini burtur. Fólk hava nú lætta atgongd til internet og telefon, so brøvini hava ikki longur sama leiklut sum samskiftismiðil millum fólk. Heilsanir - og góðynski annars - verða nú í flestu førum bornar loftvegis umvegis Facebook ella Messenger. Brøvini víkja fyri tøknini, men onkuntíð kann tað henda, at okkurt postkort dettur inn um dyrnar sum ein boðberi um eina tíð, sum eyðkendi samskiftið millum fólk, áðrenn fjarskiftistøknin gjørdist hvørsmans ogn. Tíðin undan jólum var í so máta ein serstøk tíð við nógvum posti. Umframt jólapakkar, sum komu ymsastaðni frá, so vóru tað hesi eyðkendu jólakortini, sum kendust so fjálg í vetrardimminum, meðan kavi lá á tindunum og brimið hoyrdist sjóva um strendurnar. Jólakortini vóru ofta prýdd við vøkrum, hugnaligum myndum, og tey vóru mong í tali. Nærum hvønn dag í døgunum undan jólum komu hesi kortini við heilsanum frá familju, vinum og kenningum. Tað var, sum um posturin hesar dagar bar ein farra av hugna og minnum við sær inn um dyrnar. Hjá mongum vóru jólakortini ein natúrligur partur av fyrireikingini til jólini. Hóast nógv stákan kundi vera til jólar, so  góvu fólk sær kortini stundir til at senda ættfólki og vinum eina jólaheilsan, sum soleiðis varð borin um bygdir og lond við postinum.

Soleiðis var tíðin, tá postverkið varð yvirtikið. So líðandi er samfelagið broytt hesi árini, og nógv av tí, sum var vanligt tá, er ikki líka vanligt nú. Bara tað, at ferðast úr einum stað í landinum til eitt annað, kundi stundum taka ein heilan dag ella meir, men útbyggingin av samferðslukervinum við vegum, tunlum og undirsjóvartunlum hevur stytt hesa tíð munandi. Eisini tøkniliga menningin í landinum hevur broytt nógv. Elektroniska samskiftið millum fólk gongur við rúkandi ferð, og tað, sum áður tók dagar,  kann nú avgreiðast eftir lítlari løtu. At senda eini boð úr Sumba til Hattarvíkar tekur nú einans sekundir og ikki dagar. Teir áðurnevndu príslistarnir eru nærum ikki til longur, men vøran kann í staðin bíleggjast á internetinum, har flestu handlar nú hava eina heimasíðu. Alt hetta eru broytingar, sum postverkið má laga seg eftir. Vøran sjálv má tó framvegis  flytast við fysiskari hjálp, og her er Posta til reiðar við fólki og bilum at flyta vøruna hagar, hon skal. 

Ein siðbundin partur av føroyska postverkinum hevur allatíðina verið at givið frímerkir út. Tey fyrstu frímerkini vórðu stemplað við føroyskum stempli 1. apríl 1976, og hava tey verið myndprýdd av ymiskum listafólkum gjøgnum árini. Myndevnið á frímerkjunum hevur eisini verið skiftandi, men ofta hava tey avspeglað eitthvørt í samfelagnum, sum til dømis skip, fuglar, landslag og annað. Stundum hevur myndevnið havt samband við merkisdagar, ið hava verið í Føroyum, eins og mentan og søga eisini eru væl umboðað á frímerkjunum. Síðani fyrsta útgávudag fyri 50 árum síðani eru nú meiri enn 1000 frímerki givin út.

Óli á Geilini

|
Posta
Newsletter

Posta Newsletter

Tíðindi og alt tað nýggjasta innan føroyska frímerkjaheimin