í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG
Útgávudagur: 14.01.2022. Virði: 50,00 kr. Nummar: FO 971. Stødd, smáark: 100 x 70 mm. Frímerkjastødd: 31,0 x 52,0 mm. Mynd: Steen Brogaard. Listafólk/gravør: Martin Mörck. Prentingarháttur: offset/stálprent. Prentsmiðja: La Poste, Frakland. Postgjaldsbólkur: Innskrivað bræv.

Drotning í 50 ár - Smáark, óstemplað

Tann 14. januar 2022 kann Margreta drotning II hátíðarhalda, at ein hálv øld er liðin, síðani hon gjørdist drotning. 

Útgávudagur: 14-01-2022
Vørunr.: PPS000122
Virði: 50,00


DKK 50,00
€6,69

Keyp
-
0
+


Árið 2022 verður eitt av teimum heilt stóru hátíðarárunum hjá danska kongshúsinum. 14. januar 2022 kann Margreta drotning II hátíðarhalda, at hálv øld er liðin, síðani hon gjørdist drotning. 

Nógvar fyrireikingar vóru gjørdar at gera nógv burturúr, tá Margreta drotning II 16. apríl 2020 fylti áttati ár, men øll tiltøk í sambandi við tað hátíðarhaldið vórðu avlýst, tá ið korona rakti heimin sum eitt óløgi. Tí er einki at siga til, at bæði hugurin og tørvurin á at gera nógv burtur úr hátíðarárinum 2022 er stórur.

Posta gevur í sambandi við hátíðardagin út eitt smáark, har Margreta drotning II situr framman fyri Kirkjubømúrin. Drotningin er í føroyskum klæðum, og kring hana er grønur bøur og blátt hav. Á tann hátt vísir hetta smáarkið tokka hennara til Føroyar, og føroyska søgu, mentan og náttúru.

Drotningin las fornaldarfrøði í Onglandi í 1960-61, og fornfrøðiligar kanningar hava víst, at múrurin í Kirkjubø helst varð gjørdur liðugur um ta tíðina, tá ið Margreta I var drotning í Danmark. Tað var stutt eftir, at Føroyar saman við Noregi gjørdust partur av tí dansk-norska ríkinum í 1380. Komandi ár kunnu vit siga, at Føroyar hava verið partur av ríkið danska drotsins í 642 ár, og í 50 av teimum árunum hevur Margreta drotning II verið drotning.

Einasti kongur, sum hevur sitið longri á trúnuni enn Margreta drotning II, er Kristian IV. Hann gjørdist longu sum smádrongur kongur, og tí eydnaðist tað honum at sita sum kongur í seksti ár, frá 1588 til 1648. Um tað fer at unnast Margretu drotning II at hátíðarhalda seksti ára dag sín sum drotning í 2032, fer hon samstundis at kunna taka metið sum tann, sum hevur sitið longst á trúnuni í einum av heimsins elstu kongaríkum.

Eitt met eigur Margreta drotning II kortini longu bæði væl og virðiliga. Eingin av kongunum undan henni hevur vitjað í Føroyum so ofta sum hon síðani fyrstu kongavitjanina í 1874. Til minnis um hesa fyrstu kongavitjanina varð ein minnisvarði, eitt kongaminni, reist á einum ásýniligum heyggi í Havn. 

Eingin minnisvarði er reistur yvir Margretu drotning II í Føroyum, og tørvur er heldur ikki á nøkrum sjónligum minnisvarða. Tað kom greitt til sjóndar, tá ið Margreta drotning II vitjaði oyggjarnar í 2021. Í onkrum av bygdunum, hon vitjaði, varð skipað so fyri, at hon kom at standa á júst sama staði, sum hon gjørdi, tá ið hon vitjaði saman við foreldrum sínum sum krúnprinsessa fyri millum 60 og 70 árum síðani. Fyri mong eldri fólk var tað ein heilt serstøk uppliving á henda hátt at enduruppliva eitt minni, sum tey høvdu havt kært í so mong ár. 

Hesar søgurnar vísa betur enn so nógv annað, at drotningin ikki hevur brúk fyri, at nakar reisir henni eitt minni. Tað hevur hon sjálv gjørt, tí við mongu føroyavitjanum sínum hevur Margreta drotning II reist eitt drotningaminni í minninum hjá flest øllum føroyingum. Í hesum arbeiði sínum var maður hennara Heindrikur prinsur, sáli, ein sera góður stuðul, tí eingin kundi ivast í, hvussu fegin hann var, tá ið hann vitjaði í Føroyum saman við drotningini.

Stóri áhugin, sum Margreta drotning II hevur víst Føroyum og føroyskari mentan, hevur havt stóran týdning fyri góða umdømi hennara í Føroyum. Hóast øll ikki eru samd um, hvønn týdning kongshúsið eigur at hava í dag, so ber illa til at hava annað enn virðing fyri einari drotning, sum hevur lært seg føroyskt mál og føroyskan dans. Harumframt ber hon føroysku klæði síni við stoltleika, og hon hevur dygt innlit í føroyska list og man hava vitjað so at siga hvønn krók í landinum. 

Sjálvt um vitjanirnar hava verið mangar, so er Margreta drotning II líka vælkomin á føroyavitjan í dag, sum hon var fyri 50 árum síðani.

Erling Isholm, Søgufrøðingur
|
Posta
Newsletter

Posta Newsletter

Tíðindi og alt tað nýggjasta innan føroyska frímerkjaheimin