í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG
Útgávudagur: 16.05.2022. Virði: 29,00 DKK. Nummar: FO 987. Frímerkjastødd: 26,66 x 40,00 mm. Listafólk: Anker Eli Petersen. Prentháttur: offset. Prentsmiðja: bpost, Belgia. Postgjaldsbólkur: Innanoyggja bræv, 101-250 gr, og bræv til útheimin, 0-100 gr.

Sepac 2022: Föroya Bjór - Merki óst.

Bryggjaríið Föroya Bjór í Klaksvík hevur í brátt hálva aðru øld veitt føroyingum drykkjuvørur.

Útgávudagur: 16-05-2022
Vørunr.: PPA000987
Virði: 29,00


DKK 29,00
€3,88

Keyp
-
0
+


Sepac 2022: Drykkjuvørur


Föroya Bjór
Myndevnið fyri ársins SEPAC – útgávu er ”drykkjuvørur” – og í Føroyum slepst ikki undan at nevna fremsta virkið á økinum, bryggjaríið Föroya Bjór í Klaksvík, sum nú í brátt hálva aðru øld hevur veitt føroyingum drykkjuvørur – øl og sodavatn av ymsum slag – og her, seinastu árini eisini destillerað bryggj.

1888 – Símun í Vági
Í 1888 fór tá 20 ára gamli Simon Frederik Hansen, Símun í Vági, til Danmarkar, at læra til bakara. Meðan hann var niðri, lærdi Símun, umframt bakarayrkið, eisini at bryggja øl.

Heima í Føroyum aftur, í 1888, stovnaði Símun egnan handil og bakarí – og longu sama ár fór hann undir at bryggja egið øl heima í kjallaranum í Vági. Akkurát hvat slag slag av øli talan var um, og hvussu tað royndist, meldar søgan onki um – men ivaleyst var bjórið gott og hampuliga sterkt, tí hetta varð byrjanin til Föroya Bjór, sum eftirhondini mentist til fremsta og størsta bryggjarí í Føroyum.

Símun í Vági var ein virkin og skapandi maður. Umframt at vera handilsmaður, bakari og bryggjari, var hann eisini bóndi og reiðari. Hann teknaði sjálvur ikoniska búmerkið hjá Föroya Bjór, veðrin, sum hvørt mansbarn í Føroyum kennir.

Skot fyri bógvin
Orsakað av vaksandi trupulleikum við alkoholismu í kjalarvørrinum á nýggju fríhandilstíðini, vaks fráhaldsrørslan seg stóra og sterka í Føroyum við fyrra aldarmót. Eftir fólkaatkvøðuna um nýggja rúsdrekkalóg í 1907, var ikki longur loyvt at bryggja øl sterkari enn 2,7 prosent í Føroyum. Hetta førdi við sær at Föroya Bjór og onnur føroysk bryggjarí, bara kundu framleiða lætt pilsnarøl og maltøl. Paradoksalt nokk, kundu føroyingar innflyta sterkari øl úr Danmark, teir skuldu bara ikki bryggja tað sjálvir. Sama var galdandi fyri vín og brennivín.

Sum steinur oman á byrðu, gjørdust tíðirnar alsamt verri. Undir fyrra heimsbardaga var støðan hættislig í Føroyum, sum í heiminum annars. Í 1929 kom stóra skrædlið á Wall Street, sum førdi til enn eina heimsumfatandi fíggjarkreppu, sum helt sær langt upp í tríatiárini. Ringu tíðirnar raktu sjálvandi eisini lítla bryggjaríið í Klaksvík, men tað eydnaðist tó Símuni at halda virkið gangandi.

Einar eldri
Í 1935 doyði Símun í Vági. Hann og konan, Karin, høvdu fingið 8 børn – og tað var fjórði í flokkinum, Einar Fróvin Waag, sum tók við leiðsluni av bryggjarínum. Sonurin hevði arvað framsýnta og virkna sinnalagið hjá pápanum – og longu árið eftir, í 1936, keypti hann maskinur til sodavatnsframleiðslu frá Smæruni í Havn.

Framleiðslan av sodavatni var tann tiltrongdi stirðil, ið Föroya Bjór hevði fyri neyðini – og undir leiðslu av Einari, mentist bryggjaríið frá at vera ein lítil fyritøka til eitt stórt samtíðarhóskandi ídnaðarvirki. Í 1952 bygdi Einar nýggj og størri ídnaðarhøli skamt frá gamla bryggjarínum – og upp gjøgnum fimti- og sekstiárini, vórðu hølini út- og umbygd í fleiri umførum.

Einar yngri
Í 1968 fór sonur Einars, Einar Waag yngri, til München, har hann nam sær útbúgving sum bryggjmeistari. Tvey ár seinni, í 1970, tók hann við leiðsluni av Föroya Bjór, einans 23 ára gamal. Saman við beiggjanum Heina, átti hann bryggjaríið, men í 2008 keypti Einar Heinasa part og er nú einaeigari av fyritøkuni. Fjórða ættarlið, Annika Waag, dóttir Einar, er nú virkis- og góðskuleiðari í gamla familjubryggjarínum.

74 ára oyðimarkargongd endar
Í 1980 varð tann, milt sagt, margháttliga føroyska rúsdrekkalógin endiliga broytt. Nú var aftur loyvt at bryggja øl sterkari enn 2,7 prosent. Tað lótu Föroya Bjór og kappingarneytin, Restorffs Bryggjarí í Havn, sær ikki siga tvær reisur. Bæði bryggjaríini sendu brátt rættuligt pilsnar- og gulløl á marknað-in – og 74 ára oyðimarkargongdin við útvatnaðum pilsnara var av.

Brátt gjørdist útboðið av øli meira fjølbroytt. Bæði bryggjaríini gjørdu royndir við ymsum ølsløgum og styrki. Men Restorffs Bryggjarí rendi seg so við og við í fíggjarligar trupulleikar og noyddist í 2007 at stongja heilt.

Föroya Bjór helt fram við vøru- og framleiðslumenningini við einum fjølbroyttum úrvali, bæði av øli og sodavatni.
Og menningin heldur fram. Í dag eigur Föroya Bjór 65% av føroyska ølmarknaðinum og 45% av sodavatnssøluni.

Útflutningur
Föroya Bjór hevur í nøkur ár útflutt til Íslands og eigur ein góðan marknaðarpart har. Danski marknaðurin hjá Föroya Bjór er í støðugum vøkstri – og bryggjaríið er júst farið á norska marknaðin við útvald-
um vørum.

Og framburðurin úti og heima kemur ikki av ongum. Ølið hjá Föroya Bjór er í heims-
klassa og hevur vunnið fleiri altjóða heiðurslønir. Hesar viðurkenningar koma av høgum handverksstøði og serstøku góðskuni á føroyska vatninum.

Umhvørvistiltøk
Í 2013 fór Föroya Bjór undir at framleiða egnar plastfløskur til sodavatnsframleiðsl-
una. Hetta fyri at sleppa undan at flyta stórar mongdir av tómum fløskum yvir hav og senda brúktar fløskur aftur til endurnýtslu. Og í desember 2021 bílegði Föroya Bjór eitt nýtt slag av anleggi, sum fangar meginpartin av CO2 útlátinum frá ølframleiðsluni og endurvinnur tað í sodavatnsframleiðsluni.

Einar’s Distillery
Seinastu árini er fyritøkan, undir framleiðaranavninum Einar’s Distillery, farin undir at framleiða destilleraðar alkoholvørur. Í 2016 varð ein nýggj ”pot still” (destilleringsanlegg) sett upp á bryggjarínum – og farið var undir at framleiða føroyskt akvavitt, vodka, gin, cask akvavitt, bitter og rabarbulikør. Hesar nýggju vørurnar eru vælumtóktar á føroyska marknaðinum.
Harafturat fóru tey eisini undir at framleiða whisky, men tað skal sambært ES lóggávu lagrast í minst 3 ár í eikiføtum.

Í november 2020 varð fyrsta sendingin av Single Malt Whisky boðin fram og eftirspurningurin var so stórur, at alt var útselt eftir einum tíma. 

Í 2021 komu so 5 útgávur afturat, millum 500 og 1000 fløskur í hvørjari. Allar útgávurnar seldu út sama dag. Whisky serfrøðingar heima og uttanlanda hava givið føroyska whiskynum sera høgan karakter – millum 87 og 94 av 100.

Eftirspurningurin eftir føroyskum whisky er so stórur, at bryggjaríið hevur bílagt eina nýggja ”wash still” (destilleringstól).

Tá veðrurin veksur seg størri enn bóndin
Gamli Símun í Vági hevði helst nikkað eitt sindur bilsin og viðurkennandi fram fyri seg, um hann hevði sæð hvat hansara lítla hjávinna í kjallaranum hevur ment seg til. Veðrurin er sanniliga vaksin størri enn bóndin.

Anker Eli Petersen
|
Posta
Newsletter

Posta Newsletter

Tíðindi og alt tað nýggjasta innan føroyska frímerkjaheimin