í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG
Útgávudagur: 26.04.2021. Virði: 17,00 og 27,00 kr. Nummar: FO 962-963. Frímerkjastødd: 40,0 x 26,0 mm. Myndir: Gomul postkort. Lagt til rættis: Álvur Danielsen og Brian Hague. Prentingarháttur: offsett. Prentsmiðja: Cartor Security, Frakland. Postgjaldsbólkur: Smábrøv í Føroyum og til útheimin, 0-100 gr.

Kongavitjan í 1921 - Sett av óstemplaðum frímerkjum

Christian 10. kongur vitjaði í Føroyum í 1921 saman við Alexandrinu drotning og synunum Fríðriki krúnprinsi og Knúti prinsi.

Útgávudagur: 26-04-2021
Vørunr.: PPA030421
Virði: 44,00


DKK 44,00
€5,89

Keyp
-
0
+


Kongalig vitjan í Føroyum í 1921

Christian IX kongur var fyrsti sitandi danski kongur, sum vitjaði í Føroyum. Hendan einasta vitjanin var í 1874, tá timburfrigattin Jylland hjá danska flotanum eitt stutt tíðarskeið gjørdist kongaskip fyri at føra kong til Íslands, og ávegis legði at landi í Føroyum. Eins og faðirin vitjaði Fríðrikur VIII kongur bert einaferð oyggjarnar, tað var í 1907.

Mótsatt abba og pápa sínum vitjaði Christian X Kongur í Føroyum meira enn ta einu ferðina. Fyrsta vitjanin var í 1921, tá kongurin saman við Alexandrinu drotning og synunum Fríðriki krúnprinsi og Knúti prinsi tann 17. juni fór úr Keypmannahavn á veg til Føroya. Sjálvt um serbygda kongaskipið Dannebrog var tøkt, var hildið, at ein hjóldampari kanska ikki var besti flutningur til tær umstøður, ein sjálvt á sumri kundi koma út fyri í Norðuratlantshavi. So kongurin og drotningin vóru umborð á Valkyrien, sum var eitt danskt hernaðarskip, og krúnprinsurin var umborð á krússaranum Heimdal; Krússarin Fylla var eisini partur av tí kongaliga skipafylginum. Ringt veður gjørdi, at ein óætlaður steðgur var í Skagen, men tá tey komu til Vágs á morgni tann 21. juni, var tað undir betri og róligari umstøðum. Hetta var ikki bygdin, tey fyrst høvdu ætlað at vitja, og ongin almenn móttøka var at heilsa kongaliga fylginum.


Klokkan eitt seinnapartin var skipafylgið farið til Tvøroyrar, har mong folk vóru niðri á bakkanum og úti á fjørðinum í føroyskum bátum at taka ímóti. Eitt postkort, sum J. Chr. Olsen gav út, og sum vísir kongshjúnini, tá tey verða róð í land, er myndevni á fyrra frímerkinum í útgávuni. Á keiini tók vinnulívsmaðurin Peter Mortensen ímóti kongi og drotning. Síðani var farið í Tvøroyrar Klubba, har beiggi Petur, Niels Juel Mortensen, helt røðu og skálað varð í sjampanju. Á Fig.1 síggja vit part av øðrum postkortið í røðini J. Chr. Olsen gav út. Tað vísir kongaligu hjúnini koma oman Miðbrekku á Tvøroyri, helst eftir at hava vitjað í Klubbanum. (Tað hevur víst seg, at kortið er skeivt merkt, tí hóast forlagið sigur at myndin er tikin í Havn, so vísir ein gjøllari kanning av landslagnum aftanfyri, at tað er Ravnagjógv omanfyri Tvøroyri)  Kongaliga fylgið vitjaði síðani kirkjuna (FO 504), sum var vígd árið eftir, at Fríðrikur VIII kongur hevði vitjað. Hetta var myndevni á einum øðrum postkorti, sum Olsen gav út. Vitjað var eisini á skúlanum og á sjúkrahúsinum. Seinnapartin var kongur vertur við móttøku umborð á Valkyrien, og seinni um kvøldið vóru kongaligu gestirnir aftur í landi fyri at síggja føroyskan dans.


Morgunin eftir hildu kongaligu gestirnir leiðina fram til Havnar, har Elias Olrik, amtmaður tók ímóti, tá tey komu í land. Eitt annað postkort, sum Olsen eisini lat prenta, vísir hesa løtuna og er myndevni á seinna frímerkinum í útgávuni. Býráðsformaðurin í Havn, Anton Degn, helt vælkomstrøðuna á keiini. Vitjað var í Løgtingshúsinum, á Kongaminni, sum varð reist til minnis um vitjanina hjá Christiani IX kongi í 1874 og í Havnar kirkju. Um kvøldið var døgurði á Realskúlanum við røðum, tónleiki og sangum, sum Hans Andrias Djurhus hevði yrkt (FO 096), Seinni var dansað í Havnar Klubba.


Tíðliga morgunin eftir, tann 23., fór kongur og skipafylgið norður til Klaksvíkar, har O. F. Joensen,  bygdarráðsformaður, tók ímóti á keiini. Síðan var vitjað á skúlanum og í kirkjuni. Aftaná hugdi kongur at svimjikapping og kappróðri á Vágni og handaði heiðursmerki til vinnararnar og tey, sum vóru nummar tvey. Stutt eftir middag var tað kongaliga fylgið aftur í Havn, og eftir at hava etið hjá amtmanninum fóru tey til staðið, har nýggja sjúkrahúsið skuldi byggjast. Har legði kongur hornasteinin og Johan Hendrik Poulsen, løgtingslimur úr Sandoynni, helt røðu, har hann bað um loyvi at nevna nýggja sjúkrahúsið eftir drotningini. Hetta ynski var gingið á møti, og tá sjúkrahúsið stóð liðugt í 1924 fekk tað navnið Dronning Alexandrines Hospital. (Bygningurin hýsir í dag føðideildini á LS) Seinni sama dag, tá kósin varð sett móti Íslandi, byrjaði kongaliga skipafylgið næstu vitjan sína í Norðuratlantshavi.


Kongur vitjaði aftur í 1926 og 1930 og var tað tá eitt annað herskip, Niels Juel, sum førdi kong til Føroya. Eitt nýtt kongaskip, Dannebrog, varð tikið í nýtslu í mai 1932, og tað var mett hóskandi at sigla í Norðuratlantshavi. Hetta skip førdi Christian Kong á hansara fjórðu og seinastu Føroyavitjan í 1936. Hesu ferð hevði kongur aftur drotningina við og somuleiðis Knút prins og konu hansara Carolinu-Matildu prinsessu. Fyrsta vitjanin var í Vági, leygardagin tann 13. juni, og seinni sama dag fóru tey til Tvøroyrar. Dagin eftir vóru tey í Havn, har kongur vitjaði á Sanatoriinum í Hoydølum (FO 624), meðan drotningin vitjaði á nýggja hvíldarheiminum fyri kvinnur, Naina. Seinni vitjaðu kongaligu hjúnini á sjúkrahúsinum, sum var uppkallað eftir drotningini. Um kvøldið vóru hjúnini í veitslu í Sjónleikarhúsinum, har hildið varð á til tann ljósa morgun.


Mánadagin eftir kl 14:00 fór Dannebrog av Havnini við kós móti Vestmanna, har akkerið fall kl 16:30. Til móttøkuna á kaiini vóru ikki bert politikarar og embætisfólk, sum hildu røðu, men eisini skúlabørn, sum sungu kongaliga danska tjóðsangin “Kong Christian stod ved højen mast” og føroyska tjóðsangin “Tú alfagra land mítt”. Kongur fór umborð aftur á Dannebrog kl 18:30 har hann seinni hevði móttøku fyri betra slagnum í Vestmanna. Kl 22:00 sama kvøld fór Dannebrog av Vestmanna við kós móti Islandi.

Hóast hetta var einasta ferðin Christian X kongur vitjaði í Føroyum við kongaskipinum Dannebrog, so hevur skipið ofta verið at sæð í Føroyum síðani. Fríðrikur Kongur IX nýtti skipið á øllum sínum fimm vitjanum, og nógvar ferðir síðani hevur Hennara Hátign Margreta drotning II og onnur í kongaligu familjuni verið í Føroyum við kongaskipinum. Kongaskipið er partur av myndevninum á smáarki, sum varð givið út í samband við, at drotningin hevði sitið 25 ár á trónuni (FO 302).


Álvur Danielsen & Brian Hague
|
Posta
Newsletter

Posta Newsletter

Tíðindi og alt tað nýggjasta innan føroyska frímerkjaheimin