í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG
Útgávudagur: 16.04.2020. Virði: 50,00 kr. Nummar: FO 929. Frímerkjastødd: 40,00 x 60,00 mm. Stødd, smáark: 100 x 70 mm. Listafólk: Edward Fuglø. Prentingarháttur: offsett + gull foliu. Prentsmiðja: Cartor Security Printing, Frakland. Postgjaldsbólkur: Innskrivað brøv (+ galdandi postgjald)

Margreta drotning 80 ár - Smáark, óstemplað

16. apríl 2020 verður hennara hátign Margreta II drotning 80 ár. 

Útgávudagur: 16-04-2020
Vørunr.: PPS010420
Virði: 50,00


DKK 50,00
€6,69

Keyp
-
0
+


16. apríl 2020 verður hennara hátign Margreta II drotning 80 ár. Hennara hátign Margreta II varð fødd 16. apríl 1940 á Amalienborg, dóttir Fríðrik 9. kong og Ingrid drotning, prinsessu av Svøríki.

Margrethe Alexandrine Þórhildur Ingrid, er hennara fulla navn og hon gjørdist drotning tann 14. januar 1972 og hevur sostatt verið drotning í 48 ár.

Sjálvan føðingardagin gevur Posta út eitt smáark av drotningini. Myndevnið er almenna gávan frá Føroya Løgtingi í sambandi við at drotningin í 2012 hevði verið drotning í 40 ár. Gávan var ein málningur av drotningini, sum Edward Fuglø hevði málað.


Edward Fuglø (1965): Fuglar og so villini djór tey vóru henni kunn. 2012. Akryl, Aluminium og blaðgull á træ. 177 x 122 cm.

“Fuglar og so villini djór tey vóru henni kunn”

Tað líkist einum ævintýri, eini gamlari søgn. Í vissan mun er tað eisini eitt ævintýr, ið greitt verður frá í málninginum hjá Edward Fuglø.

Eins og stevnismynd stígur drotningin fram úr føroysku náttúruni fylgd av nógvum djórum, einamest fuglum. Okkum kemur til hugs ævintýrini, har djórini hjálpa hetjuni í søguni. Tað er eisini galdandi her, sum skilst av heitinum, listamaðurin hevur givið myndini.

Heitið er eitt brot – tó eitt sindur broytt -  úr fyrsta parti av Sjúrðarkvæðunum nevniliga úr Regin Smiði, “Fuglar og so villini djór, tey vóru henni kunn”. Í roynd og veru er tað kappin Sjúrður, ið knappliga skilir tað, sum djórini siga, aftaná at hann hevur dripið Frænarormin og leskað sær av blóði hansara. Við broytingini frá “honum” til “henni” í myndaheitinum er tað drotningin, ið her skilir djórini.

Fuglarnir – tjaldur, skarvur, skúgvur, álka, havhestur, æðublikur, likka, teisti, lundi, terna, súla, lomvia, kráka, ravnur, stari og spógvi -  eru føroyskir fuglar. Eisini er ein veðrur og ein hara, tey einastu fýrbeintu dýrini í føroysku natúruni. Saman við fuglunum telja tey átjan, ið er talið av oyggjum í Føroyum.

Vangamyndin av drotningini er stiliserað og gylt sum á eini mynt, og soleiðis gerst hon ein ímynd sammett við tey naturalistiskt málaðu dýrini. Hon er ikki bara ein persónur, men eisini ein stovnur. Tað er eisini í tí leiklutinum, at flestu føroyingar bókstavliga hitta drotningina - nevniliga á myntum við hennara andlitsmynd.

Í lýsingini av drotningini er eisini hennara grøni kjóli við kappa, sum samstundis vísir til væl vallaða føroyska landslagið. Her vaksa smáar blómur, ið hoyra til føroyska planturíkið  – eisini átjan í tali sum oyggjarnar. Tær stiliseraðu blómurnar eru mynstur í búnanum hjá drotningini, sum tekin um at hon hevur íklætt seg og tikið Føroyar til sín.

Men ævintýrið endar ikki her. Takkað veri teim nógvu fuglunum og vangamyndini av drotningini vísir myndin eisini til Fuglakvæðið hjá Nólsoyar Páll frá umleið 1800. Her er talan um eina ósemju millum fólkið og danska yvirvaldið í Føroyum lýst sum ein allegori við stríði millum smáfuglar og rovfuglar – har kongurin, sum ørnin, er fólksins verji.

Alt er ikki bara hugni í myndini hjá Edward Fuglø. Har er eisini rúmd fyri skemtingarsamari viðmerking. Hóast drotningin er vorðin ein partur av føroyska landslagnum, og verður fylgd av sínum trúføstu fylgisneytum, sum eru djórini í oyggjunum, so er tað líka við, at veðrurin í skjaldarmerkinum við sínum lútandi høvdi kundi funnið upp á at givið henni eitt skump út av eggini. So hevur føroyska sjálvstýrisrørslan eisini fingið sítt.

Hóast vangamyndin av drotningini er í miðdeplinum, so er myndin hjá Edward Fuglø ikki ein andlitsmynd í vanligari merking. Tað er ein allegori, t.v.s. ein sinnismynd, ið eins og ein myndagáta letur seg lesa av sum ein frágreiðing um viðurskiftini millum drotningina og Føroyar. Á tann hátt er myndin eyðkend fyri Edward Fuglø, tí hansara list snýr seg altíð um okkurt, eins og heitið – eisini her – spælir ein avgerandi  leiklut fyri at týða innihaldið.

Stílurin er figurativ popplist við íblástri frá ljósmyndum og lýsingum og við surrealistiskum lopi millum ymisk veruleikastig. Tað mest sjónska veruleikabrotið  er avmyndanin av vangamyndini av drotningini  sum stemplið á donskum myntum.  Á myndini er hetta gjørt sum relieff í gyltum aluminium og fest í træplátuna á myndini. Málningurin fær hervið dám av eini kollagu sett saman av ymiskum tilfari.

Fortíð og nútíð møtast í myndini hjá Edward Fuglø. Øðrumegin ævintýr og allegori, hinumegin skemtingarsemi og nútímans list. Bæði formliga og innihaldsliga er talan um eitt stórt verk, ið á ein sniðfundigan, góðan og skemtingarsaman hátt er ein viðurkenning til drotningina sum ríkisstjóri Føroya í 40 ár.

Nils Ohrt
mag.art. í listasøgu

|
Posta
Newsletter

Posta Newsletter

Tíðindi og alt tað nýggjasta innan føroyska frímerkjaheimin