í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG
Westerbeek 1742. Útgávudagur: 22.02.2016. Virði: 17 x 19,00 kr. Nummur: FO 822-823 Frímerkjastødd: 45 x 30 mm. Stødd, smáark: 100 x 70 mm. Listafólk: Anker Eli Petersen. Prentháttur: Offsett. Prentsmiðja: Joh. Enschedé, Holland. Postgjaldsbólkur: smábrøv til Europa og til onnur lond

Westerbeek - Smáark, óstemplað

Í 1742 sigldi hollendska skipið Westerbeek á land við Lopranseiði í Suðuroy.

Útgávudagur: 22-02-2016
Vørunr.: PPS000216
Virði: 36,00


DKK 36,00
€4,82

Legg í kurv
-
0
+

Um evnið


 

Eysturindiafarin Westerbeek

 

Um hálvgum tólv tíðina, tann 2. september 1742, kemur eitt stórt seglskip við øllum seglum vundin í rá siglandi úr myrkrinum og stevnir beint á land vestanfyri Lopra. Í myrkrinum og í mjørkanum varnast manningin ikki at teir stevna beint á land. Skipið er meiri enn 48 fjórðingar ov norðarlaga. Nú er ov seint, tí stóri eysturindiafarin, ið er komin allan vegin úr Ceylon, er bert eini hálvthundrað favnar úr berginum í Lopra. Snarað varð hart og seglini vórðu eisini snaraði á, men skipið tók í bakborðssíðu og fór at bresta móti berginum. Úrslitið var at skipið fór at leka illa, men varð skjótt tikið inn millum fýra sker. Skiparin gav boð um at kasta akker  og taka seglini niður, men ov  seint var. Afturendin á skipinum bardist móti berginum. Manningin kom sær tó uppá eina rók, har nógv teir flestu vóru bjargaðir, men teir sum lógu sjúkir í koyggjuni fórust og onkur datt niðurímillum eisini. Tá fýra av monnunum komu til Vágs at biðja um hjálp, sigst at vágbingar hildu teir vera sjórænarar og krógvaðu seg fyri teimum.

 

Tað stóð illa til hjá manningini, men hóast skipið so líðandi sakk og hvarv, so bjargaðust heili 81 mans, meðan 10 doyðu av hendingini. Í Suðuroy vóru teir væl móttiknir. Teir fóru skjótt til Havnar, har sjófrágreiðing varð løgd fram. Ikki var lætt at breyðføða og herberga øllum hesum monnum, tí tá var fólkatalið í Føroyum ikki meiri enn gott 3000. Ikki allir sluppu av landinum við skipunum hjá Kongaliga handlinum, og teir flestu máttu tí bíða til árið eftir, tá hálendska skipið Mercuruis kom eftir teimum.

 

Søgan um skip sum Westerbeek er samstundis søgan um risastóra hálendska eysturindiska felagið Vereenigde Oostindische Compagnie, ið var stovnað í 1602. Hetta er søgan um hvussu fleiri lond í Evropa runnu um kapp fyri at grundleggja hjálond í ymiskum heimspørtum, ið kundu útvinna og keypa dýran farm við heim, so sum kryddurtir, te og kaffi. Eitt ríkidømi, ið enn eyðkennir flestu stórbýir í Evropa, so sum London, Amsterdam, Keypmannahavn og aðrar. Felagið gjørdist so máttmikið, at tað gjørdist ein statur í statinum og felagið fekk ikki einans einkarrætt at handla við Eysturindia, men eisini rætt til at útbúgva egnar hermenn og soleiðis hava egnan her við á ferðini. Hálendska eysturindiska felagið bygdi borgir og skansar  í nærum øllum heimspørtum. Millum 1602-1795 gjørdi felagið 4.721 ferðir úr Hálandi til Eysturindia. Samlaða manningartalið var 973.000 sjófólk úr øllum Evropa, tó vóru teir flestu hálendingar.

 

Westerbeek er bæði ein bygd uttanfyri Eindhoven í Hálandi og navnið á hesum trímastraða skipi, ið fór á land í 1742 vestanfyri Lopra. Skipið varð bygt í 1722 á skipasmiðju í Amsterdam og var ein 145 fót langur og 650 tons tungur eysturindiafari.

 

Skipið var ávegis til Hálands úr Ceylon í India, tá tað sigldi á land í Føroyum. Ferðin kom at vera drúgv, farið var úr Ceylon í India 27. januar 1742 og 2. september í 1742 sigldi Westerbeek á land. Hetta var sætta ferðin hjá skipinum, men av nógvum mjørka kundi ikki siglast eftir vanligum tólum og tí fórst skipið. Tá vóru ongir vitar í Føroyum og sjókortini vóru ikki so neyv.

              

 

Ein skipasmiðja hjá Eysturindiska Felagnum í Amsterdam í 1726. Koparstikk eftir Joseph Mulder. Eysturindiska Felagið bygdi yvir 2000 skip, har av gingu eini 600 burtur.

 

Við umborð á Westerbeek á ferðini til India vóru upprunaliga 160 mans: 99 sjómenn, 51 hermenn og 10 handverkarar. Tá í tíðini var vandamikið at mynstra umborð á hesar longu ferðir, tí vanligt var at góð 15 % av manningini doyðu á útferðini og eini 10%  á heimferðini. 

 

Heimferðin hjá Westerbeek byrjaði í Punto Gale á Ceylon og við á ferðini vóru 94 mans: 75 sjómenn, seks hermenn, sjey handverkarar, fimm sjúklingar og ein brotsmaður. Westerbeek hevði gott hundrað tons av pipari og øðrum vørum. Á ferðini úr Batavia, ið var hjálandanavnið á hálendska Eysturindia, sum vit í dag kalla Jakarta, vóru tríggir mans longu deyðir. Batavia er eisini elsta navnið fyri Niðurlond, t.d. fanst Bataviska Republikkin frá 1795-1806 sum ein franskur vasalstatur.

 

Enn eru spor eftir  Westerbeek í Føroyum, m.a. er eitt skrín á Forngripasavninum og ein klumpur av pipari er á einum savni í Suðuroy. Eisini sigast nógvir føroyingar at vera ættaðir frá hesum monnum, tí í minsta lagi nakrir av teimum vóru verandi og fingu børn í Føroyum, harímillum sveisiski feltskerin (kirurgur) Joseph Gervording von der Schildt (uml. 1707-1753).

 

Eysturindiafarin Westerbeek er skip, ið umboðar eina tíð, tá Háland var eitt av stóru hjálandaveldunum í heiminum og Amsterdam var ein hin mætasti staður í heiminum. Býurin og kanalirnar, ið eru bygdar til skip sum Westerbeek, og tey óendaligu umbygdu pakkhúsini  við kranum ovast, boða enn um eina mæta handilstjóð.  Stendur man í Amsterdam og lítur við teim røttu eygunum eftir innara býnum, so er hann ikki júst bygdur til bilar. Her eru vegirnir kanalir, ið kunnu senda stór framkomin farmaskip langt inn í býin og inn í landið. Tá kanska man okkurt kvøldið á einum gongutúri - í hugaheiminum - hómar skip sum Westerbeek leggja at bryggju.

 

Kim Simonsen

Amsterdam Universitet

|
Posta
Newsletter

Posta Newsletter

Tíðindi og alt tað nýggjasta innan føroyska frímerkjaheimin