í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Sepac - Smálomb - Sett av óstemplaðum frímerkjum

Brádliga stendur tað har – ársins fyrsta smálamb.

 

Útgávudagur: 25.02.2013
Vørunr.: PPA000759
Virði: 12,50


Sepac 2013 - smálomb. Útgávudagur: 25.02.2013Virði: 12,50 kr. Nummur: FO 759

Frímerkjastødd: 63 x 23,52 mm. Mynd: Marita Gullklett Prentháttur: offsett

Prentsmiðja: Cartor Security Printing, Frakland . Postgjaldsbólkur: smábrøv til Evropa 0 - 50 gr

 

Her úti í Atlantshavinum kemur várið, av natúrligum orsøkum, eitt sindur seinni enn á Europeiska meginlandinum.  Tað er tí kanska ikki so løgið, at vit leingjast eftir tí og varnast eitthvørt tekin um, at tað er í nánd.  Hóast 22. februar frá gamlari tíð telur sum fyrsti várdagur, skulu vit longur fram á árið áðrenn broyting kemur í.  Á grækarismessu tann 12. mars koma tjøldrini aftur til oyggjarnar, og á bænadiktsmessu, várjavndøgur, merkist at várið er byrjað.

Ein mánað seinni, umleið flaggdagin 25. apríl, er tað so, at mætasta og mest virðismetta várteknið vísir seg.  Øll, stór sum smá, gleða seg til hendingina.  Vit kveita langtandi niðan í bøin, serliga har vit vita, at tey fyrstu plaga at koma.

Og so brádliga stendur tað har – ársins fyrsta smálamb.  Ein evarska lítil og ullint vera við stórum eygum og oyrum – og sum djóraungar flestir, ótrúliga fitt at síggja til.

 

Tað hevur eina løgna ávirkan á fólk at síggja ársins fyrsta lamb.  Vit siga øðrum frá tí, hvønn lit tað hevur, og hvar vit sóu tað.  Fólk, ið fara framvið staðnum, steðga á fyri at eygleiða tað nýføddu veruna og sjónin kann lokka bros fram á sjálvt tað mest veðurbitna andlitið.

Seinni koma so fleiri, og tað er ein sonn fragd at síggja tey smáu lombini spæla og beistast í bønum.  Tey leypa í kring, stútast og klintra upp á grótið, ið er allastaðnis.  Føroyingar ala ikki seyð fyri ullina, og tí koma lombini fyri í øllum hugsandi litum.  Hvít og svørt, grá og brún eru vanligastu litirnir, og ofta eru tey marglitt, alt eftir uppruna.

Tað kemur meir enn so fyri, at ærin av einhvørjari orsøk ikki vil kennast við lambið og fer frá tí.  Hesi lombini verða tí tikin heim og gødd við fløsku. Heimalombini síggjast  uttanfyri húsini fyrra partin av summarinum, og summi gerast so tom, at tey mest av øllum minna um hundahvølpar.  Sovorðin lomb gerast ofta kelidjór hjá børnunum, og tað er ikki altíð uttan grát og tannagrísl, tá tey skulu flettast um heystið.

Lombini fylgja ærini restina av summarinum.  Tey súgva nakrar mánaðir og fylgja annars mammuni í hagan.  Seyður er staðbundin og heldur seg oftast til ávís beiti í haganum.  Hesin eginleikin gongur í arv frá ær til lomb, ið síðan koma at halda seg til sama beiti.

Føroyski seyðurin er meira upprunaligur enn tey aldu seyðasløgini aðrar staðir.  Hann er sterkari og fimari og stendur seg væl uttan umsjón – sjálvt í illgongdum fjallalendi, har aldu seyðasløgini skjótt høvdu bukkað undir.  Ullin er tjúkk og ikki so krúllut og hevur eitt lag av grovari vatnskýggjandi ull uttast, ið er vælegnað til skipstroyggjur.  Tann fínara ullin innanfyri kann brúkast til fínari klæði, og  seinastu árini eru fólk farin at framleiða  snildisliga sniðgivin pløgg úr føroyskari ull.


Lombini vaksa seg stór um summarið og eru í haganum til heystfjallið verður gingið.  Tað, at seyðurin gongur í haganum heilt fram til flettingina, ger, at kjøtið hevur serstaka góðsku, ið ikki finnist hjá seyði, ið hevur gingið á kultiveraðum beiti.  Villu kryddurtirnar, ið eru partur av beitinum, setur smakk á kjøtið – og tað, at seyðurin gongur í fjallalendi, ger, at kjøtið er fast og soltið.

Men alt hetta tosið um ull og kjøt má tó bíða hesa tíðina, nú vit øll ganga og leingjast eftir vári, lívligum smálombum og fínmæltum smálambajarmi.

Mætasta vártekin, ið finnist.

Anker Eli Petersen

|
Posta
Newsletter

Posta Newsletter

Tíðindi og alt tað nýggjasta innan føroyska frímerkjaheimin