í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Jólafrímerki 2009 - Sett av óstemplaðum frímerkjum

Frímerkini avmynda altartalvurnar í ávíkavist Vestmanna og Hattarvík.

 

Útgávudagur: 16-09-2009
Vørunr.: PPA020909
Virði: 16,00


Útgávudagur: 16.09.2009 - Virði: 6,00 og 10,00 kr. - Nummur: FO 675-676 - Frímerkjastødd: 28,0 x 42,0 mm - Listafólk: Astrid Andreassen og Oggi Lamhauge - Mynd: Per á Hædd - Prentháttur: Offset - Prentsmiðja: Cartor, Frakland - Postgjaldsbólkur: innanoyggja stórbrøv og smábrøv til Evropa, 0-50 g.

 

 

Gróður, ljós og lív
Í hvussu so er á trimum økjum ber saman millum Hattarvíkar kirkju (1899) og Vestmanna kirkju (1895):


* Sami maður – P.C. Johannesen, Petur í Mattalág (1850-1928) - stóð fyri at byggja báðar. Hann stóð eisini fyri arbeiðinum at byggja Sumbiar kirkju (1886), Skopunar kirkju (1897) og Kvívíkar kirkju (1903).
* Báðar kirkjurnar hava altartalvu/ -prýði, sum føroyskt listafólk hevur gjørt í hesari øldini.
* Bæði altarprýðini eru einastu av sínum slagi í Føroyum, her flestu altartalvur eru oljumálningar.

Altartalvan í Hattarvík
Oggi Lamhauge, f. 1971:
”Og orðið varð lív”


Verkið við tólv grafiskum málmprentmyndum í trimum bólkum og tveimum javnhøgum myndum hvørju megin hesar bólkar er myndlistarlig eind.
Í øllum teimum trimum miðbólkunum av myndum eru linjur við kúlu á oddinum. Hesar linjur mynda tað, sum livir: trø við krúnu, blomstur við knubbum, kyknur í tí livandi og at enda menniskju, ið hava høvd.

Á myndunum í fyrsta bólkinum síggja vit, at linjurnar ganga úr neðra og uppeftir. Tær minna á tað, sum livir og grør. Nú er lívið byrjað.

Í miðbólkinum síggja vit, hvussu ljós og litir eru andstødd. Mitt í summum av myndunum gongur ljósið í ring, í øðrum úr neðra og uppeftir.

Linjurnar á myndunum í triðja bólki flættast hvør inn í aðra. Tær lýsa lívið, ið menniskjan livir saman við ljósinum, saman við Gudi. Makrokosmos, tann heimur, ið er so stórur, at vit verri enn so síggja hann allan, og mikrokosmos, óendaliga lítla bitlaverðin, vísa á, at kanska er líka langt upp til tað størsta sum niður í tað minsta.

Gloppini millum myndirnar í miðbólkinum verða til tríggjar krossar – krossarnar á Golgata.

Tær báðar síðumyndirnar lýsa lívið her niðri á jørðini, lívsringin, sum verður endurtikin aftur og aftur. Ringarnir eru opnir, og linjan, ið gongur ígjøgnum teir, myndar Guds tíðarlinju, sum er bein.

Listaverkið lýsir sostatt óendaligu ringrásina her á jørð og Guds linju av máldari tíð.

Altarprýðið í Vestmanna
Astrid Andreasen, f.1948, myndaði, Katrin Andreasen, f.1971, evnaði til:
”Har sum bjartast ljós man lýsa”


Á mongum altartalvum síggja vit nívandi líðingarsøguna avmyndaða í døprum litum. Men altarprýðið í Vestmanna kirkju, lívstræið, avmyndað úr krúnu niður í røtur, fær hugin at leita til tað tiltikna sinnopskornið, ið ”verður størri enn allar urtirnar og fær stórar greinir, so at himmalsins fuglar kunnu byggja reiður í skugganum av tí” (Mark. 4,31-32).

Stóri, gylti krossurin (úr viði kløddum við messingplátum lagdar við reinum gulli – 24 karat) aftan fyri træið bendir á mikla Drottin handan alt.


Træið sjálvt er úr frumevninum aluminium og sproytilakkað við bil-lakki. Í viðarbulinum eru brúnir, grønir og bláir litir, ið fevna um jørð, vøkstur, himmal og hav. Í trænum og uttan um tað halda snjóhvítir, glaraðir fuglar til – mannasálir í dúvuskapi. Við yndisligu, dansandi rørslum sínum minna teir okkum á lættan, tølandi tónleik, á vakurleikan í skapanarverkinum yvir-høvur – á tað ljósa í tilveruni.

Kirkjan er karmur um øll lívsins viðurskifti, eisini tey tungu. Ljóst altarprýði, ið tekur ímóti honum, ið trínur inn um kirkjugátt, megnar at lyfta sinnið og soleiðis veita ugga.

Báðar altartalvurnar nema við gróður, ljós og lív.

 

 

Marianna D. Dahl og Árni Dahl

|
Posta
Newsletter

Posta Newsletter

Tíðindi og alt tað nýggjasta innan føroyska frímerkjaheimin