í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Trøllakambar - Smáark, óstemplað

Trøllakampur merkir trøllaskegg og ikki trøllakambar.
Smáark við 10 merkjum.
 

Útgávudagur: 22-09-2008
Vørunr.: PPS000908
Virði: 80,00


Útgávudagur: 22.09.2008 - Virði: 10 x 8,00 kr. - Nummur: FO 639-648 - Frímerkjastødd:  29,5 x 45,0 mm - Stødd, ark: 165,5 x 118,0 mm - Sniðskapan: Edward Fuglø - Prentháttur: Offsett - Prentsmiðja:  LM-Group, Kanada - Postgjaldsbólkur: Brøv upp til 50 gr í Føroyum
 

► 

 

 

Trøllakampar eru blómuleysar plantur

Trøllakampar hoyra til tann bólkin av plantum, ið verður kallaður blómuleysar plantur. Tað finnast 20.000 sløg av trøllakampum í heiminum, og er hetta slagríkasta fylki, aftaná fylkið við blómuplantum, ið telur 250.000 sløg. Flestu sløgini av trøllakampum finnast í tropunum og trívast best har vátt er.

Trøllakampar verða mettir at vera “primitivt” plantuslag, ið er nær í ætt við upprunaplanturnar. Teir hava ikki blómur og seta ikki fræ, men nørast við grókornum, ið hjá summum trøllakampum sita í gróhópum aftanfyri á blaðnum, vardir av einum skjøldri, sum opnar seg, tá grókornini eru búgvin, so at tey kunnu spjaðast. Hjá øðrum sita teir á blaðkantinum, sum er rullaður inneftir, so leingi grókornini ikki eru búgvin.

Summi trøllakampasløg hava tvey sløg av bløðum, eitt slag ið er “sterilt” og eitt sum er “fertilt”. Tað “fertila” blaðið kann hjá summum sløgum vera heilt ymiskt frá tí “sterila”. Trøllakampur kann hava grókorn í milliónatali, men bert fáar nýggjar plantur koma burturúr.

Gróhópar kunnu vera ymiskir í skapi. Teir kunnu eitt nú verða nýraskapaðir ella rundir. Eisini kunnu teir hava ymiskan lit, dimmari ella ljósari og verða hesi eyðkenni ofta nýtt til at skilgreina sløgini eftir.

Bløðini hava ymiskt skap. Tey kunnu verða innskorin eina, tvær og fleiri ferðir ella als ikki innskorin. Við sínum sermerkta vakstrarlagi líkist trøllakampur, áður enn hann er fullvaksin, einum fiólhøvdi ella tí evsta á fiólini.

Heitið trøllakampur merkir trøllaskegg og ikki trøllakambar, ið stundum verður tikið til.

Trøllakampar vóru nógv vanligari í Føroyum, áðrenn fólk settu búgv her. Hetta prógva sákornskanningar. Vøksturin í Føroyum er sum heild ávirkaður av seyðabiti, og hevur hann verið tað, síðan fólk settu búgv her. Seyðurin legðist beinanvegin eftir tí fruktagóða gróðri, sum landið var avvaksið við. Hesin gróðurin hvarv eftir stuttari tíð og broyttist til tættbitna gróðurin, sum vit kenna í dag.

Ikki allastaðni er seyður sloppin framat at bíta. Tí sæst enn tann mest upprunaligi gróðurin í gjáum og bakkum, har seyður ikki er sloppin framat. Her er gróðurin stórur og fjølbroyttur, og kanningar bera prógv um, at hann hevur verið støðugur í langa tíð av teirri orsøk, at seyður og fólk ikki sluppu framat.

Fleiri sløg av trøllakampum finnast í brattlendi. Lættast er at fáa eyga á tann stórvaksna trøllakallskampin (Dryopteris filix-mas) og tann næstan líka stórvaksna mjúka kvennkampin (Athyrium filix-femina). Sáðkornskanningar hava víst, at útbreiðslan av trøllakampum minkaði ógvuliga nógv, tá ið fólk settu búgv í Føroyum og høvdu húsdjór síni við sær.

Fimtan sløg av trøllakampum finnast í Føroyum. Flestu av teimum dámar best at vaksa í klettarivum, har vátt og skuggi er - men eisini í grýtutum lendi, brattlendi og gjáum. Ein tann mest vanligi trøllakampurin í Føroyum er fínur klettakampur (Cystopteris fragilis), meðan svartur trøllakampur (Asplenium adiantum-nigrum) og strálhærdur trøllakampur (Asplenium tricomanes) eru sera sjáldsamir og bert finnast á einum stað.

Í 2007 varð nýtt trøllakampaslag funnið í brattlendi í Norðuroyggjum. Hetta er tungutrøllakampur (Asplenium scolopendrium). Hesin trøllakampur er eisini sjáldsamur í hinum norðurlondunum.

Anna Maria Fosaa

|
Posta
Newsletter

Posta Newsletter

Tíðindi og alt tað nýggjasta innan føroyska frímerkjaheimin