í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG
Útgávudagur: 12.02.2007. Virði: 10 x 5,50 kr. Nummur: FO 578-587. Frímerkjastødd: 30,0 x 43,0 mm. Stødd, ark: 174 x 120 mm. Prentháttur: Offsett. Prentsmiðja: Österreichische Staatsdruckerei, Eysturríki. Postgjaldsbólkur: Innanoyggja brøv upp til 20 gr.

Kópakonan - Smáark, óstemplað

Í Føroyum kenna vit søgnina um kópakonuna úr Mikladali og úr Skálavík. Smáark við 10 frímerkjum. 

Útgávudagur: 12-02-2007
Vørunr.: PPS000207
Virði: 55,00

Um evnið


Kópakonan

Søgnin um kópakonuna er ein hin mest kenda søgnin í londunum fram við strendurnar í Norðuratlantshavi. Hetta er ein hugtakandi søga um viðurskifti, øll fólkasløg, ið búgva við sjógv, kenna aftur.


Søgnin er um tey stóru evnini í mannalívinum. Kærleiki, svik, illgerð og deyði. Hitt vakra og hitt illa, illlyndi, reinleiki og góðlyndi. Alkend evni í mannalívinum, so einki løgi er í, at søgan hevur verið vælumtókt. Og enn í dag fangar henda vakra søgan huga okkara.

Í Føroyum kenna vit søgnina um kópakonuna úr tveimum bygdum. Fyrst og fremst úr Mikladali, tí ta søgnina prentaði V. U. Hammershaimb í Færøsk Anthologi í 1891. Eitt kvæði er eisini yrkt um hesa søgn. Her er tað ein bóndasonur á Sunnanágarði í Mikladali, ið tekur húðina frá teirri naknu kópagentuni, so hon sleppur ikki aftur á sjógv, men noyðist at liva sum kona hansara, til hon mong ár seinni finnur ta niðurlæstu húðina og endiliga sleppur aftur til brimil sín, ið øll árini hevur ligið uttan fyri lendingina og bíðað. Tað sigst, at eftirkomararnir hjá hesum dronginum og kópakonuni skula hava hendur, ið minna um lállur á kópi. Sama søgn hevur eisini verið søgd um fólkini á Hamri í Skálavík.

Føroyska søgnin endar á hin mest ræðuliga hátt. Sagt verður frá, at mikladalsmenn skula fara at veiða kóp. Tá kemur kópakonan til mann sín í dreymi, og biður hann eira brimil sín og teir báðar nósarnar, tey eiga. Hon greiðir frá, hvar á látrinum teir liggja, so hann skal kenna teir. Men maðurin ger beint tvørturímóti, slær bæði nósarnar og brimilin, og kókar av kjøtinum til nátturða hjá sær og børnunum. Tá kemur kópakonan aftur, nú sum hitt øgiligasta trøll, og lovar grima hevnd. So mangir menn skulu falla í bjørgunum, ganga burtur á báti ella á annan hátt doyggja úti, at teir skulu kunna fevna um alla Kalsoynna. Talið sigst ikki vera fult enn.

So ræðuliga endar søgnin ikki allastaðni, t.d. heldur ikki í søgnini úr Skálavík.

Í víðari merking er søgnin um menniskjað og náttúruna. Náttúran gevur, og hon tekur. Menniskjað livir av náttúruni, men tað er ikki ráðiligt at seta seg upp ímóti henni. Tað er ikki menniskjans lutur at ráða yvir náttúruni, og vil nakar tað, kann endin gerast so ræðuligur sum hesin. Søgnin kann eisini fatast átrúnaðarliga, sum eina søga um at seta seg upp í móti Guði, ið eigur sítt skapanarverk og ræður øllum.

Myndin av kópi fyri fólk er væl skiljandi hjá teimum, ið kenna kóp og hava havt høvi at eygleiða hetta smidliga og vakra dýr, og tað er lætt at gera sær ímyndingar um mannalívið í kópalíki. Tílíkar ímyndingar hava altíð verið gjørdar og kennast úr fólksligum munnbornum skaldskapi mangastaðni, har myndin er okkurt vælkent dýr í viðkomandi umhvørvi.

Siðalagið í søguni er framvegis sera áleikandi við teirri framferð, okkara nútíðar samfeløg hava mótvegis náttúruni. Tað er tí ikki løgið, at søgnin framvegis kennist viðkomandi. Hesi árini eru tað einamest veðurlagsbroytingar og alheimslig upphiting, ið hótta, tí vit fara ikki nóg væl um náttúruna, og sambært tey mest dapurskygdu kann endin væl gerast mangar ferðir ræðuligari enn hevndin frá kópakonuni í Mikladali. Kanska kundi tað verið eitt hugskot at tikið hesa føroysku søgn sum hugagrundarlag hjá teimum, ið føra sítt góða stríð fyri reinari umhvørvi og størri fyriliti mótvegis náttúruni í dagsins heimi.

Eyðun Andreasen 

|
Posta
Newsletter

Posta Newsletter

Tíðindi og alt tað nýggjasta innan føroyska frímerkjaheimin