Vørunr. | Vørunavn | Eind | Mynd | Prísur v/MVG |
---|
Kvæðið um Ormin langa er yrkt eftir frásøgnini í Heimskringlu um tann tiltikna sjóbardagan við oynna Svøldur ár 1000.
Útgávudagur: 29-03-2006
Vørunr.: PPS020306
Virði: 55,00
Ormurin langi
Tá ið vit koma inn í 19.
øld, er stórur áhugi fyri tí føroyska kvæðaskattinum. Longu fyri 1800 hevði J.
C. Svabo fest kvæðir á blað, men tað er serliga eftir 1800 at ferð av álvara
kemur á innsavningina av kvæðum. Her kunnu vit nevna menn sum J. H. Schrøter,
Jóannes í Króki, og seinni V. U. Hammershaimb. Í fyrstani var áhugin eyðvitað
størstur fyri teimum gomlu kvæðunum, tí tey vórðu hildin at hava serligt
søguligt virði, men áhugin fyri yngri kvæðum og táttum vaks eisini so við og
við. Persónar við skaldagávum yrkja nýggj kvæðir, meira ella minni í gomlum
stíli. Eitt tað fremsta navnið í tí samanhangi er Jens Christian Djurhuus
(1773-1853), bóndi við Sjógv í Kollafirði og tí ofta nevndur Sjóvarbóndin.
Sjóvarbóndin hevur yrkt fleiri kvæðir og tættir. Hann hevur yrkt Ormin langa,
Sigmunds kvæði yngra, Leiv Øssursson, Grettis kvæði, Guðbrands kvæði og Viljorm
Kornus. Kendastur av táttunum hjá honum er Leirvíks-Páll, men hann hevur eisini
yrkt aðrar, og hann hevur verið við til at yrkja Billu-Símunar tátt (úr Kvívík
hoyrdist sjongur). Eitt tað mest sermerkta verk frá hansara hond er Púkaljómur,
eitt religiøst epos, ið byggir á Paradise Lost eftir enska skaldið John Milton,
sum livdi í 1600-talinum. Sjóvarbóndin hevur kortini brúkt ta donsku umsetingina
frá 1790.
Annars síggja vit at tað
serliga er úr teimum norrønu fornsøgunum, at Sjóvarbóndin tekur sær evni at
yrkja burturúr, Heimskringla, Grettis søga og Føroyingasøga. Tíðarskeiðið, hann
livdi í, var Romantikkurin, og tær norrønu fornbókmentirnar vóru høgt í metum.
Men Sjóvarbóndin hevur lisið og kent tær úr donskum týðingum. Alt bendir á at
føroyingar alt fyri eitt hava tikið kvæðini hjá Sjóvarbóndanum til sín. Í eini
frásøgn frá eini ferð í 1847-48 sigur Hammershaimb soleiðis: ”Den gamle bonde Jens Christian Djurhuus i Kollafirði har efter sagaerne
digtet mange kvæder, som have gjort megen lykke og synges overalt med lyst, da
sproget i dem er rent og de ere godt holdte i den gamle stil; især må mærkes
hans kvad om Olaf Tryggvason eller slaget ved Svolder, Sigmunds og Leifs kvæder
og hans bearbejdelse af Miltons tabte paradis med en sjælden versbygning.”
Vit vita ikki hvat ár
Sjóvarbóndin hevur yrkt kvæðið um Ormin langa. Men tann elsta uppskriftin vit
hava, er frá 1819, og hana hevur Jóannes í Króki heima á Sandi gjørt, og aftur
í 1823 skrivar hann kvæðið tá ið hann tekur tað upp í Sandoyarbók sína, og tá
sigur hann seg hava fingið kvæðið frá Sjóvarbóndanum sjálvum. Tá ið Svend
Grundtvig og Jørgen Bloch í 1870- og 1880-unum savnaðu og skipaðu alt tað
føroyska kvæðatilfarið í heildarútgávuna “Føroya kvæði”, høvdu teir 6
uppskriftir av kvæðnum til taks. Seinri er ein uppskrift komin undan kavi sum
yrkjarin sjálvur hevur skrivað, men vit vita ikki nær.
Í dag nevna øll kvæðið
fyri ”Ormin langa”, men tað stuttliga er at Sjóvarbóndin sjálvur ikki brúkar
tað heitið, men kallar tað ”Óla Tryggasons kvæði”, og tað eitur tað eisini hjá
Jóannesi í Króki. Summir uppskrivarar kalla tað bara ”Ólav Tryggason” ella
”Ólavur Trygvason”. Hetta síðsta er tað heitið sum Grundtvig og Bloch settu sum
yvirskrift í Føroya kvæðum. Fyrstu ferð kvæðið sæst nevnt við skipsheitinum, er
í eini uppskrift sum J. P. Skåle, ið var sýslumaður í Suðuroy, gjørdi í 1846,
tá ið hann kallar tað ”Kvæðið um Ormin langa”. Í eini uppskrift úr Havn frá
1871 eitur tað ”Ormurin hin langi”. Og ”Ormurin langi” er heitið sum
Hammershaimb valdi at brúka í útgávu síni í Færøsk Anthologi (1891). Nøkur ár
frammanundan (í 1882) hevði kvæðið verið prentað sum framhaldstekstur gjøgnum
fleiri Dimmalættingar og nevndist tá ”Kvæðið um Ormin langa”. Síðan tykist
skipsnavnið hava sigrað sum heiti á kvæðnum. Ikki er orðalagið heilt tað sama í
teimum ymsu uppskriftunum av kvæðnum. Tá ið Ormurin langi verður kvøðin í dag,
er tað altíð sum hann er prentaður í Anthologiini (og Dimmalætting). Eisini
kann nevnast at ta fyrstu tíðina er ivi um hvat niðurlag skal brúkast til
kvæðið. Sjóvarbóndin hevur einki niðurlag í síni uppskrift, Jóannes í Króki,
sum fekk kvæðið frá yrkjaranum, uppgevur ”Ólavur kongur herjar hann mót trøllum”
sum niðurlag, uppskriftin frá 1871 brúkar ”Noregis menn, dansið væl og
stillir”. Bara ein uppskrift (úr Nólsoy) hevur ”Glymur dansur í høll”. Tað er
eisini hetta niðurlag vit finna í Anthologiini (og prentinum í Dimmalætting).
Hetta var niðurlag sum frammanundan var kent frá fleiri gomlum kvæðum.
Anthologi-útgávan hevur havt avgerandi týdning fyri hvussu Ormurin langi verður
kvøðin.
Kvæðið um Ormin langa er
yrkt eftir frásøgnini í Heimskringlu um tann tiltikna sjóbardagan við oynna
Svøldur ár 1000, tá ið tann danski kongurin Sveinur Tjúguskegg, tann svenski
Ólavur Skeytkongur og tann norski jallurin Eirikur Hákunarson herjaðu á Ólav
Trygvason, Noregs kong, sum var á veg heim úr Vendlandi til Noregs umborð á
navnframa skipi sínum Orminum langa saman við herflota sínum. Endin á
bardaganum var – sum øll vita – at Ólavur kongur – tá ið hann sá at stríðið var
tapt - leyp í havið, og tað sama gjørdu teir ið eftir vóru av monnum hansara.
Eingin veit hvar hesin bardagin hevur verið, tað er óvist um nøkur oyggj hevur
itið Svøldur (harafturímóti skal ein á á Vendlandi hava borið tað navnið).
Sjóvarbóndin letur Ólav sigla í Eysturhavi (sum má vera Eystrasalt) og síðan
inn í Oyrasund, og har hugsar hann sær oynna og sjóbardagan í sundinum við
oynna.
Á 10 frímerkjum í teirri
nýggju røðini eru avmyndaðar nakrar av hendingunum í tí drama sum kvæðið lýsir.
Vit síggja knørrin verða bygdan og flotaðan, vit síggja kongin sita í hásæti og
Einar Tambarskelvir koma ”av bergi oman” og síggja teir sigla út í hav. Vit
síggja Ormin og hini skipini sigla inn í sundið, meðan mótstøðumenninir standa
á landi og eygleiða hann. Umborð á Orminum síggja vit Úlv, tann reyðhærda
stavnamannin, og kongin saman við Einari Tambarskelvir uppi í lyftingini. Vit
síggja flotarnar bresta saman og høvur og kroppar tumbla í havið, og at enda
síggja vit Eirik jall við sínum monnum ganga upp á Ormin og taka hann, og
jallurin kann taka róður í hond.
Tað ber til at siga at
kvæðið um Ormin langa er vorðið fólkaogn. Hvørt mansbarn í Føroyum kennir tað,
og tað hevur verið lisið og lært í nógvum skúlum. Tað munnu vera fá, ið hvussu
so er av fólki við einum sindri av áhuga fyri kvæðum og dansi, sum ikki duga at
kvøða uppií tá ið tað er havt á gólvi. Kvæðið er væl sett saman, frásøgnin er
livandi og hongur væl saman, og orðalagið er fyndugt.