| Vørunr. | Vørunavn | Eind | Mynd | Prísur v/MVG |
|---|
Bøur og Gásadalur eru tær smæstu bygdirnar í Vágum
Útgávudagur: 10.06.2003
Vørunr.: PPA990603
Virði: 10,00
Bygdin er lítil og
hugnalig og liggur á norðara armi á Sørvágsfirði. Fólkatalið var 67 í 2002. Tey
gomlu húsini í bygdini liggja í einum trunka við smølum túnum ímillum, og
vestast stendur hugnaliga kirkjan, sum er bygd í 1865. Útsýnið út móti Tindhólmi,
Gáshólmi og Drongunum er helst tað
stórbærasta og vakrasta í Føroyum. Fram við strondini er ein lítil
sandur, og síðan 1972 er loyvt at drepa grind her.
Bøur er gomul bygd,
nevnd í Hundabrævinum frá um 1350, men er helst væl eldri. Hon er eisini gomul
kirkjubygd, og í skrivligum keldum er nevnt, at kirkja var í Bø í 1710. Nær
fyrsta kirkjan í Bø varð bygd er ikki greitt.
Tann kendasta søgnin
úr Bø er um arvastríð. Tveir brøður, Símun og Eirikur, áttu alla jørðina í
bygdini í felag, og Eirikur strongdi á at fáa býtt teirra millum. Tað endaði
við, at Eirikur drap Símun og fór til bispin í Kirkjubø at lýsa víggið. Bispur
lovaði honum fyrigeving, um hann gav kirkjuni og bispi góðar bøtur. Eirikur
játtaði, og semjan varð skorin á eitt trækelvi. Eirikur so vestur aftur, og
komin inn um Sund, helt hann seg vera komnan úr øllum vanda, men tá reistist
ein boði seg og holvdi bátin, og Eirikur druknaði. Boðin eitur Eiriksboði og
liggur innan fyri Tindhólm stutt úr landi.
Eigindómurin í
bygdini er 18 merkur innan- og uttangarðs, og av hesum eru 13¼ mørk kongsjørð
og 4¾ mørk óðalsjørð. Ein søgn sigur frá, hvussu tað bar til, at meginparturin
av jørðini fór undir kong. Tá hevur bygdin verið lítil, kanska bert tann eini
garðurin. Eldurin á grúgvuni var útkólnaður, og fyri at fáa eld aftur mátti
farast í grannabygdina at biðja lív,og
hetta var hildið at vera skomm. Ein arbeiðskona var send inn til Sørvágs við
ílæti at bera eld í. Eingin var inni, og hon tók nakrar gløður av grúgvuni og
fór so rennandi aftur til Bíggjar. Men tá ið hon kom nakað áleiðis, fór at rúka
úr ílætinum, og hetta var sætt úr Sørvági og meldað til myndugleikarnar. Tá fór
henda jørðin undir kong.
Gásadalur
Gásadalur er væl
minni bygd enn Bøur, og er vestasta bygdin í Vágoy. Hon liggur út móti
Mykinesfirði og er umgyrd av teimum hægstu fjøllunum í oynni. Norðanfyri liggur
Árnafjall 722 m høgt, og eystanfyri liggur Eysturtindur 715 m høgur. Útsýnið
móti Tindhólmi og Gáshólmi er eisini stórbært. Lendingin er sera ring, so um
útróður skuldi rekast, máttu gásadalsmenn hava bát standandi inn móti bygdini í
Bø. Fyri at fáa samband við hinar bygdirnar mátti farast eftir gøtuni upp um
Skarð, ið er meira enn 400 m høgt. Hesin trupulleikin við sambandi hevur gjørt,
at bygdin er minkað nógv seinastu árini. Har búðu bert 16 fólk í 2002. Flestu
húsini liggja í einum býlingi, men fleiri teirra standa tóm.
Nú er tunnil
sprongdur gjøgnum fjallið, so koyrandi verður til Gásadals um stutta tíð, og
vónandi fer hetta at gera, at bygdin veksur aftur. Møguleikar eru fyri øktum
landbúnaði. Eigindómurin í bygdini er eisini 18 merkur innan- og uttangarðs, og
hagin er sera stórur og góður. 3½ mk er kongsjørð og 14½ mk óðalsjørð.
Sagnir eru eisini úr
Gásadali, og ein er at bygdin hevur fingið navn eftir Gæsu í Kirkjubø, sum
hevði etið kjøt í føstu. Hetta var halgibrot tá, og Gæsa var dømd at missa
allar ognir sínar. Tá flutti hon til dalin í Vágum, ið fekk navn eftir henni.
Hinar sagnirnar eru mest um huldufólk.
Á norðursíðuni á
oynni var ein bygd grundað í 1833 í Víkarhaga, sum hoyrir til Gásadal. Har er
nógvur fuglur, sum taðar hagan nógv. Seyðurin er tí góður, og eisini hava teir
oksar gangandi har, ið verða óføra góðir. Men nýggja bygdin var enn meira
avbyrgd enn Gásadalur, og tí fluttu tey burtur aftur, tey seinastu í 1910.
Bøur og Gásadalur eru
ein kirkjusókn og ein kommuna við lítlum fólkatali, men víddin er stór, 34½
km², ið svarar til 1/5 av allari Vágoy.