í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Smyril - Merki óst.

Smyril er einasti ránsfuglur sum eigur í Føroyum í dag.

Útgávudagur: 23-09-2002
Vørunr.: PPA990427
Virði: 30,00


Útgávudagur: 23.09.2002 - Virði: 30,00 kr. - Nummur: FO 427 -Frímerkjastødd:  30 x 51 mm -Sniðskapan: Edward Fuglø - Prentháttur: Offsett - Prentsmiðja:  Cartor Security, Frakland 
 

► 

 

Smyril - Falco columbarius subaesalon
Smyril er einasti ránsfuglur sum eigur í Føroyum í dag, men hildið verður at havørnin átti í Føroyum í gomlum døgum.

Ránsfuglar, ið hoyra til falkaættina, kennast á flogi av sera spísku veingjabroddum teirra og heldur langa veli. Tætt hjá sært tú, at smyrilin hevur rættiliga tjúkt nev, ið beint aftan fyri niðurbenda oddin á yvirnevinum hevur eina “tonn”, ið nevnist falkatonnin, ið fellur inn í samsvarandi foyru á undirnevinum. Í falkaættini (Falconidae) eru uml. 60 ymisk sløg, ið liva um meginpartin av heiminum. Smyrlarnir eru býttir sundur í 10-11 ymisk sløg, sum eiga norðalaga á norðurhálvu. Tað smyrlaslagið, ið sæst í Føroyum bæði sum búfuglur og sum flytifuglur, eitur á látíni Falco columbarius subaesalon, og eigur eisini í Íslandi og í Skotlandi. Tað eru serliga teir longu veingirnir á hesum slagnum, sum bróta frá slagnum aesalon, ið eigur norðalaga í Norðurlondum, heilt eystur í Sibiria.



Útsjónd
Smyril er minsti falkur í Europa. Hann er 25 til 30 cm til longdar og hevur eina veingjabreidd frá 50 til 60 cm. Stórur munur er á steggja og bøgu. Steggin er grábláur omaná og reyðbrúnur um búkin og hevur breiðar álir. Omaná er bøgan morreyð og um búkin er hon heilt ljósagul og hevur breiðar morreyðar álir. Teir ungu fuglarnir líkjast bøguni til fram ímóti vári, tá teir missa gomlu fjaðrarnar og grábláir fjaðrar vaksa fram á bakinum á ungu steggjunum. Bøgan vigar í miðal 210 gr, og er tí heldur størri og tjúkkri enn steggin, sum í miðal vigar 50 g minni.



Útbreiðsla og flyting
Í dag eiga uml. 25-50 pør av smyrlum í Føroyum. Stovnurin er í framgongd, eftir eina stóra minking miðskeiðis í farnu øld. Ein orsøk til framgongdina í dag eru teir rættiliga veðurgóðu vetrarnir, har starar og gráspurvar hava klárað seg væl, og tí eru eitt gott føðslugrundarlag hjá smyrlunum. Hildið verður, at ein partur av føroyska stovninum er búfastur. Íslendski stovnurin telir ímillum 1000 og 2000 pør, harav teir flestu eru flytifuglar. Nógvir av teimum eru í Føroyum á vári og heysti, á veg til vetrarbýli á bretsku oyggjunum og í Fraklandi. Nakrir av smyrlunum, sum eru í Føroyum um veturin, eru helst íslendskir. Bert teir norðastu smyrlarnir eru flytifuglar av teirri einfaldu orsøk, at smáfuglarnir, teir liva av, flyta suðureftir um heystið.

 


Føði
Smyril veiðir ofta har frítt og opið er, og ger ofta óvæntað snarálop. Flestu fuglar verða tiknir á jørðini ella nær við jørðina. Serliga er tað sjónin, ið ger smyril til ein framúr góðan ránsfugl. Sjónarkyknurnar í eygunum eru 1 mill. fyri hvønn mm2. Til samanberingar hevur menniskjan bert 100 túsund. Í Føroyum er fongurin vanliga stari, títlingur, steinstólpa og spurvur, ja sjálvt vaðfuglur sum t.d. lógv og snípa má lúta. Tað er ótrúligt, at smyrilin er førur fyri at taka ein so stóran fugl sum lógvin, ið vigar uml. tað sama sum hann sjálvur.



Verping
Smyril velur sær øki, sum er nóg stórt til at føða ungarnar. Í Íslandi kann eitt tílíkt øki vera uml. 35 km2 til støddar. Smyril eigur ofta í brøttum líðum, men hann byggir tó ikki reiður sítt sjálvur. Finnur hann eitt gamalt kráku- ella ravnareiður á hóskandi staði, er tað nóg gott. Viðhvørt verpir hann beint á bera hellu uttan nakað reiður. Verpingin byrjar í mai og eggini eru millum trý og seks í tali, men vanliga fýra. Eggini eru uml. 40 mm til longdar og rættiliga rund, tey eru morreyð við tøttum døkkum deplum. Klekingin tekur uml. fýra vikur og ungarnir eru floygdir eftir øðrum fýra vikum. Tá ungarnir eru klaktir, er tað steggin sum veiðir, og hann roytir ofta fongin, áðrenn hann verður givin bøguni á einum ávísum staði tætt við reiðrið við ungum. Bøgan skræðir fongin sundur í hóskandi bitar, sum hon gevur ungum sínum. 


 

Ymiskt
Smyrilsnavnið er grógvið inn í føroyska gerandisdagin. Suðuroyarleiðin verður røkt av Smyrli og eitt skipafelag ber eisini smyrilsnavnið. Smyrilin er nevndur í Fuglakvæðinum, ið Nólsoyar Páll yrkti fyrst í nítjandu øld. Ein máliska, sum enn hoyrist, t.d. tá børn spæla væl saman og ein ótangi kemur og spillir spælið og friðin, er: “Nú kom smyril í staraflokk!”.

111. ørindi í Fuglakvæðinum ljóðar soleiðis:


Tutlaði tað við fuglarnar,
sum vóru í míni trá:
“Nú kemur smyril í staraflokk,
pakkið tykkum herfrá”.

|
Posta
Newsletter

Posta Newsletter

Tíðindi og alt tað nýggjasta innan føroyska frímerkjaheimin