í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Fríðrikskirkjan - Sett av óstemplaðum frímerkjum

Arkitekturin, ið teknaði Fríðrikskirkjuna, er havnamaðurin Høgni Würdig Larsen (f. 1951).

Útgávudagur: 14.09.1998
Vørunr.: PPA993738
Virði: 9,00


Fríðrikskirkjan  – FR 332


Vit vita ikki hvussu nógvar kirkjur hava verið á Nesi, og heldur ikki, hvussu gomul kirkjubygd Nes er. Fyrsta kirkjan, sum er nevnd í skrivaðum skjølum, er bygd millum 1679 og 1691, meðan Jacob Christensøn Klinte var sóknarprestur í Eysturoynni. Hon er tó neyvan hin fyrsta. Skjalprógva er, at prestur hevur búð á Nesi síðani 1541, og er tí hugsandi, at kirkja í øllum førum hevur verið har síðani tá. Í fyrstu innskriving í Regnskabsbogen, dagfest 4. mars 1691, stendur 'Kirchen har ieg af ny ladet opbygge....'. Hetta kann geva okkum eina ábending um, nær kirkjan er bygd. Henda kirkjan varð standandi til 1715, tá ið nýggj kirkja varð bygd.

Av roknskapi sæst at kirkjan frá 1715 hevur staðið sjey ár við ongum torni, helst tí at tørvur hevur verið á peningi. Kostnaðurin fyri tornið var næstan triðingurin av samlaða byggikostnaðinum. Orsøkin til lutfalsliga høga kostnaðin fyri tornið kemst av, at tað einans var úr timbri. Stórur partur av útveggunum vóru úr gróti og var hetta heldur lættari og bíligari at fáa hendur á. Henda kirkjan stóð til 1761.

Árið eftir varð nýggj kirkja bygd. Hon var gjørd úr timbri og er møguliga fyrsta trækirkjan á bygd í Føroyum. Í Havn varð bygd ein trækirkja í 1609. Tá kirkjan varð niðurtikin í 1843, varð allur tann nýtiligi viðurin fluttur við báti inn á Saltnes, har skúli varð bygdur.

Kirkjan, sum nú er á Nesi, stendur á somu grund, sum allar tær undanfarnu kirkjurnar. Hon er bygd í 1843, meðan Christian Benedictus Garde var prestur í Eysturoynni og føroya próstur.

Gamla Nes kirkjusókn var av Nesi inn á Skipanes. Í dag eru tað bygdirnar Nes, Toftir, Saltnes og Æðuvík, ið mynda kirkjusóknina. Tann stóri fólkavøksturin í sóknini hevur ført við sær, at Nes kirkja við tíðini er vorðin ov lítil og at tørvur var á nýggjari kirkju.

Tá ið avgjørt varð, hvar nýggja kirkjan skuldi reisast, vórðu fleiri møguleikar havdir í huga. T.d. varð dentur lagdur á, at kirkjan lá nær fólkinum, at hon sást væl og at klokkan kundi hoyrast av øllum. Í fleiri ár varð roynt at finna rætta staðið til kirkjuna, og í seinna helmingi av 80'unum varð farið undir at savna pening inn til nýggju kirkjuna, sum stóð liðug í 1994.

Nýggja kirkjan - Fríðrikskirkjan - er uppkallað eftir Frederik Petersen, vanliga nevndur Fríðrikur Petersen, ið var próstur á Nesi frá 1900 til 1917. Hann varð borin í heim á Saltnesi í 1853, har pápi hansara, Jóhannes Petersen, var lærari og deknur við kirkjuna á Nesi. Umframt virki sítt innanfyri kirkjuna, tók Fríðrikur Petersen nógv lut í politikki. Hann var løgtingsmaður í nógv ár og sat hartil sum landtingsmaður fyri Føroyar í fleiri ár.

Í 1906 var hann við til at stovna Sambandsflokkin, og sat hann sum formaður til hann doyði í 1917.

Umframt at vera próstur og politikari var Fríðrikur eisini dugnaligt skald. Millum kendastu sálmarnar, ið hann hevur latið úr hondum, er 'Gleðilig jól' (1891), 'Tíðin rennur sum streymur í á' (1892) og 'Deyði hvar er nú broddur tín' (1900). Hann týddi eisini 'Faðir vár' til føroyskt í 1892. Fríðrikur Petersen varð sligin til riddara av Dannebrog í 1907.

Gamla kirkjusóknin á Nesi var í mong ár karmur um føroyska próstasætið. Reiðiliga helmingin av tíðini, próstadømi í Føroyum vardi, var prósturin búðsitandi á Nesi. Ein hin kendasti prósturin á Nesi var Heini Havreki. Hann sat sum próstur í tíðarskeiðinum 1557-1566 og var sostatt fyrsti próstur í Føroyum.

Arkitekturin, ið teknaði Fríðrikskirkjuna, er Havnamaðurin Høgni Würdig Larsen (f. 1951). Eftir at Høgni W. Larsen var liðugur við arkitektútbúgving sína á Kunstakademiets Arkitektskole í 1979, fór hann til Helsingfors í Finlandi, har hann tók eitt-ára útbúgving á Tekniska Høgskolen. Í 1982 læs hann eitt ár á Nordiska Instituttet för Samhällsplanering í Stockholm.

Tá ið Nes Kirkjusókn í 1991 skrivaði út eina arkitektakapping í sambandi við at nýggj kirkja skuldi byggjast í sóknini, átti Høgni W. Larsen eitt av uppskotunum. Krøvini til kirkjuna vóru, at hon skuldi rúma 400-600 fólkum og at byggikostnaðurin ikki varð hægri enn 15 mill. kr.. Dómsnevndin metti uppskotið hjá Høgna at vera stílreint og í tráð við gamlan føroyskan byggisið, og varð tað valt fram um hini 28 innkomnu uppskotini. Høgni W. Larsen setti í hesum sambandi á stovn nýtt virki, Arkitektavirkið v/Høgna W. Larsen, sum umframt teknistovu eisini hevur atelier og verkstað. Grótið til altartalvuna, altarborðið, prædikustólin og doypifuntin í Fríðrikskirkjuni hevur Høgni W. Larsen sjálvur tilvirkað á hesum verkstaði.

Kirkjan er sett saman av trimum bygningspørtum. Tann berandi parturin av bygninginum er gjørdur úr hvítmálaðum jarnbetongi, meðan berandi parturin av takinum er gjørdur úr hvítbeisaðum límtræi. Innantil eru veggirnir í skipinum úr hvítmálaðum gassbetongi, meðan altarveggurin er úr pussaðum, hvítmálaðum jarnbetongi. Gólvið í for- og bakkirkjuni er úr portugisiskum skifer, meðan gólvið í sjálvum skipinum og aðrastaðni er úr gjøgnumheilum merbauviði (mahogni).

Innbúgvið í kirkjuni er eisini teknað av Høgna W. Larsen. Altartalva, altarborð og prædikustólur eru tilevnað úr svørtum svenskum granitti og messing, meðan doypifunturin er tilevnaður úr føroyskum stabbabasalti og messing. Altartalvan vigar umleið 6 tons og altarborðið umleið 3 tons. Ljósakrúnur, lampur og ljósastakar eru úr messing og eru somuleiðis teknað av Høgna W. Larsen.

|
Posta
Newsletter

Posta Newsletter

Tíðindi og alt tað nýggjasta innan føroyska frímerkjaheimin