í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG
Útgávudagur: 26.02.2018. Virði: 10,00 og 20,00 kr. Nummar: FO 877-878. Frímerkjastødd: 56 x 21 mm. Myndafólk: Jógvan Horn & Durita Jacobsen. Prentingarháttur: offsett. Prentsmiðja: Cartor Security Printing, Frakland. Postgjaldsbólkur: smábrøv í Føroyum og til lond uttanfyri Europa - 0-50 gr

Sandsvatn & Toftavatn - Sett óst ovara bredda

Vøtn í Føroyum II: Sandsvatn og Toftavatn.

Útgávudagur: 26-02-2018
Vørunr.: PPB010218
Virði: 120,00


Sandsvatn

Lendið við tey stóru føroysku vøtnini er ofta náttúruvakurt, og umhvørvið við triðstørsta vatn í landinum, Sandsvatn, er onki undantak.  Við sunnara enda liggur bygdin Sandur – og haðani strekkir vatnið seg norð gjøgnum ein langan dal niðan ímóti Skopun.

Sandsvatn er uml. 2 kilometrar langt og har tað er breiðast uml. 640 metrar.  Ummálið er 0,82km2 og størsta dýpið uml. 5 metrar undir vatnskorpuni.  Avlanga vatnið var upprunaliga ein áarrás, íkomin av niðurbróting og máan av gosrunnum legugrýti.  Nú á døgum er vatnið typt frá havinum av einari uml. 400 metrar breiðari strond, sum fyri stóran part er av sandi.  Á strondini, serliga niðan móti vatninum, eru við tíðini grasvaksnir sandheygar íkomnir – teir sokallaðu Mølheyggjarnir, har plantur og smákykt trívast, sum annars ikki finnast í Føroyum.  Sandsvatn er annars vælumtókt millum stuttleikafiskimenn, bæði laksur og síl finnast í vatninum.

Umframt einum hópi av smærri áarløkum, renna tvær stórar áir í vatnið – Dalsá norðanífrá og Traðará eystanífrá.  Frárenslið er í sunnara enda og ringir seg millum Mølheyggjar og út á hav.

Í norðara parti av Sandsvatni liggur ein lítil hólmur, Vatnsoyrarhólmur.  Við norðurendan liggur annars Sandoyar meginskúli fyri eldru fólkaskúlanæmingarnar, við hentleikum sum fótbóltsvølli, ítróttarhøll og svimjihøll.

Eystursíðan av vatninum er nøkulunda óbrotin frá suður í norð.  Men á vesturstrondini er ein vík við einum lítlum nesi.  Hetta er Todnes, har prestagarður hevur ligið í øldir.  Tveir teir kendastu og mest illkendu prestar í Føroyum hava búleikast har.

Kálvur lítli frá 14. øld, var illa gitin fyri sítt óreina lyndi – sambært søgnini, bæði drápsmaður og sadistur, grískur og áhaldandi í stríð við øll rundan um seg.  Søgnin sigur, at Kálvur lítli hevði hjall á lítla hólminum, Presthólmi í víkini.  Einasta farleið til hólmin vóru nakrir løgusteinar í vatninum.  Ein vetur fóru seks av hansara sjey synum eftir ísinum út á hólmin at stjala mat frá pírna pápanum.  Teir gingu seg tó eitt sindur skeivt av løgusteinunum, ísurin brast og teir druknaðu allir.

Annar presturin var Harra Klæmint, Clemen Laugesen Follerup (1602 – 1688).  Harra Klæmint var illa gitin fyri sína girnd – sambært søgnini átti hann ikki meir, enn hann kundi bera á herðunum, tá hann kom til Føroya.  Men tá hann doyði, átti hann meira jørð enn nakar annar í landinum.  Prestur vann sínar jarðarognir við snildum og skálkabrøgdum og jørð var einasta gjald hann vildi vita av.  Harra Klæmint átti annars óvanliga nógv børn – søgnin sigur 23 – men í skjølum viðvíkjandi arvaskiftið eftir hann, koma ”bara” 15 børn fyri.

Við útsynningsendan á Sandsvatni, í býlinginum Traðir, finst enn flati kletturin Tingborð, har tingið frá gamlari tíð var hildið.

Toftavatn
Fjórðstørsta vatn í Føroyum er Toftavatn, sum liggur í heyggjalendinum millum Toftir og Rituvík.  Umgirt av lyngvaksnum heygum og túgvum er Toftavatn eitt av vakrastu støðum í Føroyum.

Ummálið á vatninum er 0,5 km2.  Tað liggur uml. 75 metrar yvir havfløtuni og størsta dýpd er uml. 22 metrar.  Framvið vatnbakkanum stinga klettar seg út sum smá nes og prýða um vatnið.

Við norðurendan er Toftavatn skilt av einari manngjørdari byrging, sum varð bygd fyrst í 20. øld.  Frá gamlari tíð hava menn skorið torv har um leiðir og byrgingin var løgd fyri at stytta um vegin, tá torvið varð flutt oman til Toftir.

Sum áður nevnt, er umhvørvið kring Toftavatn eitt av vakrastu støðum í Føroyum.  Vatnið liggur í størsta lyngheiði á oyggjunum – og á heygunum vaksa trý sløg av lyngi.  Heiðalyngur (Calluna vulgaris), sum blómar seint um summarið, er tað mest vanliga lyngslagið í økinum.  Sjáldsamari er klokkulyngurin (Erica tetralix) við sínum vøkru blómuklokkum.  Harafturat er so tann vanligi krákuberjalyngurin (Empetrum nigrum), sum blómar í mai.  Av øðrum plantum kunnu vit nevna:  mýrigras (Eriphorum angustifolium), børkuvísa (Potentila erecta) og túvu-skúsgras (Scirpus caespitosus) – umframt mangar aðrar vanligar og óvanligari plantur.

Umframt ríka plantulívið er Toftavatn eisini kent fyri sítt ríka fuglameingi.  Umframt likkurnar (Larus fuscus) ið eru allastaðni, tann freka skúgvin (Stercorarius skua) og onnur másasløg, finnast eisini fleiri sløg av heiðafugli, sum t.d. mýrisnípa (Gallinago gallinago) og tjaldur (Haematopus ostralegus).  Lómurin (Gavia stellata) finst eisini her, sum við vøtn flest í Føroyum.

Í 1985 var fyrsta grágásaparið við ungum skrásett á Toftavatni.  Síðan hevur grágásastovnurin (Anser anser) ment seg í stórum.  Í juli, tá grágæsnar eru fjaðursárar, savnast tær við Toftavatn – og tá er ikki óvanligt at síggja yvir 1.000 gæs á vatninum.

Sambært fólkatrúnni hevur Toftavatn, eins og onnur fjallavøtn í Føroyum, eisini ein heldur ótespuligan íbúgva.  Tað er nykurin, sum kann taka skap av øðrum verum, oftast einum hesti – og stundum royna at noyða fólk við sær niður í vatnið.  Søgurnar um nykin hava frá gomlum døgum havt til endamáls at ræða børn frá at spæla við vøtnini.

Grannakommunurnar Nes og Runavík, hava síðan 2007 bygt eina gongugøtu í økinum kring Toftavatn.  Hetta fyri at ferðafólk og onnur vitjandi ikki skulu streingja náttúruøkið meira enn gott er.  Vakra landslagið kring Toftavatn er avgjørt vert at vitja – men eisini eitt viðbrekið náttúruumhvørvi ið skal gagnnýtast við varsemi.

Anker Eli Petersen

|
Posta
Newsletter

Posta Newsletter

Tíðindi og alt tað nýggjasta innan føroyska frímerkjaheimin