Vørunr. | Vørunavn | Eind | Mynd | Prísur v/MVG |
---|
Vøtn í Føroyum II: Sandsvatn og Toftavatn.
Útgávudagur: 26-02-2018
Vørunr.: FFG010218
Virði: 30,00
Sandsvatn
Lendið við
tey stóru føroysku vøtnini er ofta náttúruvakurt, og umhvørvið við triðstørsta
vatn í landinum, Sandsvatn, er onki undantak.
Við sunnara enda liggur bygdin Sandur – og haðani strekkir vatnið seg
norð gjøgnum ein langan dal niðan ímóti Skopun.
Sandsvatn er
uml. 2 kilometrar langt og har tað er breiðast uml. 640 metrar. Ummálið er 0,82km2 og størsta dýpið uml. 5
metrar undir vatnskorpuni. Avlanga
vatnið var upprunaliga ein áarrás, íkomin av niðurbróting og máan av gosrunnum
legugrýti. Nú á døgum er vatnið typt frá
havinum av einari uml. 400 metrar breiðari strond, sum fyri stóran part er av
sandi. Á strondini, serliga niðan móti
vatninum, eru við tíðini grasvaksnir sandheygar íkomnir – teir sokallaðu
Mølheyggjarnir, har plantur og smákykt trívast, sum annars ikki finnast í
Føroyum. Sandsvatn er annars vælumtókt
millum stuttleikafiskimenn, bæði laksur og síl finnast í vatninum.
Umframt
einum hópi av smærri áarløkum, renna tvær stórar áir í vatnið – Dalsá
norðanífrá og Traðará eystanífrá.
Frárenslið er í sunnara enda og ringir seg millum Mølheyggjar og út á
hav.
Í norðara
parti av Sandsvatni liggur ein lítil hólmur, Vatnsoyrarhólmur. Við norðurendan liggur annars Sandoyar meginskúli fyri eldru fólkaskúlanæmingarnar, við hentleikum sum fótbóltsvølli,
ítróttarhøll og svimjihøll.
Eystursíðan
av vatninum er nøkulunda óbrotin frá suður í norð. Men á vesturstrondini er ein vík við einum
lítlum nesi. Hetta er Todnes, har
prestagarður hevur ligið í øldir. Tveir
teir kendastu og mest illkendu prestar í Føroyum hava búleikast har.
Kálvur lítli
frá 14. øld, var illa gitin fyri sítt óreina lyndi – sambært søgnini, bæði
drápsmaður og sadistur, grískur og áhaldandi í stríð við øll rundan um
seg. Søgnin sigur, at Kálvur lítli hevði
hjall á lítla hólminum, Presthólmi í víkini.
Einasta farleið til hólmin vóru nakrir løgusteinar í vatninum. Ein vetur fóru seks av hansara sjey synum
eftir ísinum út á hólmin at stjala mat frá pírna pápanum. Teir gingu seg tó eitt sindur skeivt av
løgusteinunum, ísurin brast og teir druknaðu allir.
Annar
presturin var Harra Klæmint, Clemen Laugesen Follerup (1602 – 1688). Harra Klæmint var illa gitin fyri sína girnd
– sambært søgnini átti hann ikki meir, enn hann kundi bera á herðunum, tá hann
kom til Føroya. Men tá hann doyði, átti
hann meira jørð enn nakar annar í landinum.
Prestur vann sínar jarðarognir við snildum og skálkabrøgdum og jørð var
einasta gjald hann vildi vita av. Harra
Klæmint átti annars óvanliga nógv børn – søgnin sigur 23 – men í skjølum
viðvíkjandi arvaskiftið eftir hann, koma ”bara” 15 børn fyri.
Við
útsynningsendan á Sandsvatni, í býlinginum Traðir, finst enn flati kletturin
Tingborð, har tingið frá gamlari tíð var hildið.
Toftavatn
Fjórðstørsta
vatn í Føroyum er Toftavatn, sum liggur í heyggjalendinum millum Toftir og
Rituvík. Umgirt av lyngvaksnum heygum og
túgvum er Toftavatn eitt av vakrastu støðum í Føroyum.
Ummálið á
vatninum er 0,5 km2. Tað liggur uml. 75
metrar yvir havfløtuni og størsta dýpd er uml. 22 metrar. Framvið vatnbakkanum stinga klettar seg út
sum smá nes og prýða um vatnið.
Við
norðurendan er Toftavatn skilt av einari manngjørdari byrging, sum varð bygd
fyrst í 20. øld. Frá gamlari tíð hava
menn skorið torv har um leiðir og byrgingin var løgd fyri at stytta um vegin,
tá torvið varð flutt oman til Toftir.
Sum áður nevnt, er umhvørvið kring Toftavatn eitt av vakrastu støðum í Føroyum. Vatnið liggur í størsta lyngheiði á oyggjunum
– og á heygunum vaksa trý sløg av lyngi.
Heiðalyngur (Calluna vulgaris),
sum blómar seint um summarið, er tað mest vanliga lyngslagið í økinum. Sjáldsamari er klokkulyngurin (Erica tetralix) við sínum vøkru
blómuklokkum. Harafturat er so tann
vanligi krákuberjalyngurin (Empetrum
nigrum), sum blómar í mai. Av øðrum
plantum kunnu vit nevna: mýrigras (Eriphorum angustifolium), børkuvísa (Potentila erecta) og túvu-skúsgras (Scirpus caespitosus) – umframt mangar
aðrar vanligar og óvanligari plantur.
Umframt ríka
plantulívið er Toftavatn eisini kent fyri sítt ríka fuglameingi. Umframt likkurnar (Larus fuscus) ið eru allastaðni, tann freka skúgvin (Stercorarius skua) og onnur másasløg,
finnast eisini fleiri sløg av heiðafugli, sum t.d. mýrisnípa (Gallinago gallinago) og tjaldur (Haematopus ostralegus). Lómurin (Gavia
stellata) finst eisini her, sum við vøtn flest í Føroyum.
Í 1985 var
fyrsta grágásaparið við ungum skrásett á Toftavatni. Síðan hevur grágásastovnurin (Anser anser) ment seg í stórum. Í juli, tá grágæsnar eru fjaðursárar, savnast
tær við Toftavatn – og tá er ikki óvanligt at síggja yvir 1.000 gæs á vatninum.
Sambært
fólkatrúnni hevur Toftavatn, eins og onnur fjallavøtn í Føroyum, eisini ein
heldur ótespuligan íbúgva. Tað er
nykurin, sum kann taka skap av øðrum verum, oftast einum hesti – og stundum
royna at noyða fólk við sær niður í vatnið.
Søgurnar um nykin hava frá gomlum døgum havt til endamáls at ræða børn
frá at spæla við vøtnini.
Grannakommunurnar
Nes og Runavík, hava síðan 2007 bygt eina gongugøtu í økinum kring
Toftavatn. Hetta fyri at ferðafólk og
onnur vitjandi ikki skulu streingja náttúruøkið meira enn gott er. Vakra landslagið kring Toftavatn er avgjørt vert
at vitja – men eisini eitt viðbrekið náttúruumhvørvi ið skal gagnnýtast við
varsemi.
Anker Eli
Petersen