í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG
Sólarmyrking 2015. Útgávudagur: 11.03.2015. Virði: 17,00 og 19,00 kr. Nummar: FO 808-809. Frímerkjastødd: 40 x 50 mm. Listafólk: Martin Mörck. Prentháttur: offsett. Prentsmiðja: bpost, Belgia. Postgjaldsbólkur: smábrøv til Evropa og onnur lond, 0 - 50 gr.

Sólarmyrking 2015 - Sett av óstemplaðum frímerkjum

Tann 20. mars 2015 var full sólarmyrking í Føroyum.

Útgávudagur: 11-03-2015
Vørunr.: PPA000315
Virði: 36,00


Full sólarmyrking 20. mars í 2015

Mánin melur um jørðina, og jørðin melur um sólina. Eitt umfar hjá mánanum um jørðina varir ein knappan mánað. 12-13 ferðir hvørt ár kemur tí fyri, at mánin stendur millum okkum og sólina. Tá er tendring, sólkoma. Mánin kann tá standa beint fyri sólini, og so er sólarmyrking. Vanliga fer mánin tó yvir sólini ella undir sólini, tí mánaringrásin er ikki í ekliptika, sum er ringrásin hjá jørðini um sólina.

 

Fyrsta tendring í 2015 er 20. januar, onnur er 18. februar, triðja 20. mars o.s.fr. Tólvta og seinasta tendringin í 2015 er 11. desember. Tað vil so til, at tendringin 20. mars er soleiðis, at mánin tá kemur at standa beint fyri sólini í einari skugga­ál, sum fer strúkandi norður ígjøgnum Atlantshav beint vestan fyri Føroyar. Tí verður myrkingin 20. mars í 2015 full í Føroyum. Skuggaálin er bara fáar hundrað kilometrar breið, og í henni mást tú vera, skalt tú uppliva eina fulla sólarmyrking. Uttan fyri skuggaálina sæst ein lutvís myrking um stóra vídd í einum fleiri túsund kilometra breiðum øki.

 

Øðrvísi er við mánamyrkingum. Tær eru í fullari sól, tá ið jørðin er millum mánan og sólina, t.e. um leið 14 dagar fyri ella 14 dagar eftir tendring. Mánamyrkingar síggjast um ógvuliga stóra vídd náttarmegin á jørðini, tí jarðarskuggin er um leið 4 ferðir so breiður sum mánatvørmálið.  

 

Í Tórshavn byrjar myrkingin 20. mars í 2015 við, at mánarondin kemur fyri sólina um leið kl. 8:38:50. Kl. 9:40:52 fjalir mánin alla sólina. Fulla myrkingin stendur í 2 minuttir, og kl. 9:42:53 kemur sólin undan aftur. Klokkan 10:47:38 er mánin aftur leysur av sóleyganum, og myrkingin er av. Verður klárt í veðrinum, fara vit at síggja sólina standa í ein landsynning um leið 20 stig yvir havsbrúnni. Eystan fyri sólina fara vit at síggja gongustjørnurnar Venus og Mars og vestanfyri fara vit at síggja Merkur. Eisini fer at bera til at síggja lofthavið um sólina, korona,  um klárt er í veðrinum. Myrkt, ella rættari skýmligt, verður tað so undir øllum umstøðum.

 

Seinasta fulla sólarmyrking í Føroyum var 30. juni í 1954, og tann næsta eftir myrkingina 20. mars í 2015 verður ikki fyrr enn í 2245, og hon verður bara full norðast í Føroyum.

 

Ein full sólarmyrking er møguliga nevnd í einari føroyskari søgn. Í søgnini Hargar­brøður eru nevndir fýra brøður, sum búðu í Hørg í Sumba. Teir hava livað um ár 1600. Í søgnini stendur hetta brotið: Men sum teir gingu og róku seyð, báðir partar, og vóru komnir heim á Fløur (rættin stóð á Hellurók), tá kom so snøggliga eitt myrkur niður yvir teir. Angist kom á teir, og teir lovaðu nú øðrvísi enn fyrr, at læt Várharra teir sleppa við lívinum, skuldu teir vera betri menniskjur. Tá lýsti í myrkrið aftur; teir hálsfevndust og lovaðu, at einki stríð skuldi vera teirra millum aftur. Síðan sótu teir so væl um sátt, at teir býttu ikki í pottin; alt var í felagi.

 

Tað man vera lítið at ivast í, at brøðurnir hava sæð eina fulla sólarmyrking. Talan er  trúliga um fullu myrkingina 30. mai í 1612 stutt fyri middag. Hevur verið klárt í veðrinum, hava brøðurnir sæð gongustjørnurnar Jupiter, Venus, Merkur, Mars og Saturn á luftini, og sólin hevur staðið í ein landsynning nærindis stjørnuni Aldebaran.

 

Tað er ógvuliga umráðandi at verja eyguni, tá ið sólarmyrking er. Hygg altíð at fyribrigdinum ígjøgnum góðkendar verndarbrillur. Star ikki at sólini við berum eygum og hygg aldri at sólini í kikara, tí tá kanst tú missa sjónina beinanvegin. Bara meðan myrkingin er full, er ráðiligt at eygleiða fyribrigdið við berum eygum.

 

Á frímerkjunum, sum verða givin út í sambandi við fullu sólarmyrkingina, hevur teknarin brúkt sítt listaliga frælsi at tekna sólina eystan fyri Nólsoynna. Oyggin liggur beint eystur úr føroyska høvuðsstaðnum. Eins og ein stór alduverja verjir hon býin fyri havalduni. Í veruleikanum fer sólin at standa syðri á luftini, tá ið myrkingin verður.

 

Pól Jespersen

Available formats
|
Posta
Newsletter

Posta Newsletter

Tíðindi og alt tað nýggjasta innan føroyska frímerkjaheimin