í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG
Útgávudagur: 21.09.2020. Virði: 44,00 kr. Nummar: FO 935. Stødd, smáark: 80 x 60 mm. Frímerkjastødd: 30,00 x 40,00 mm. Listafólk: Heiðrik á Heygum. Prentingarháttur: offsett. Prentsmiðja: Cartor Security Printing, Frakland. Postgjaldsbólkur: Stórbrøv til útheimin 101-250 gr.

Beethoven 250 ár - Smáark, óstemplað

Heiðrikur á Heygum hevur latið mæta týska tónasmiðin í føroysk klæði, sett hann í ikonisk føroysk landsløg – umgyrdan av líka so ikoniskum dømum úr føroyska djóra- og plantuheiminum.

Útgávudagur: 21-09-2020
Vørunr.: PPS000920
Virði: 44,00


DKK 44,00
€5,89

Legg í kurv
-
0
+


Ludwig van Beethoven 250 ár

Onkuntíð verður list til, sum livir í sær sjálvari og breiðir seg út um alheim og æviskeið listafólksins. Hettar er serliga galdandi í tónleikaheiminum og, serliga, millum verkini hjá stóru klassisku tónaskøldunum.

Klassisku tónaverkini eru skrivað til orkestur av ymsari stødd og ætlað konsertframførslu við áhoyrarum. Hettar førir til áhaldandi nýtulkingar av verkunum, treytaðar av hugflogi og sinnalag hjá dirigentunum og dygdina av orkestrunum.

Harafturat kemur so førleikin og evnini hjá áhoyraranum at taka støðu til verkini – vit eru øll børn av okkara mentanararvi. Antin tað stendst av muni í sjálvum samfelagnum, ella mentanarliga treytaðar munir millum landamørk, so verða verkini altíð uppfatað við ymsum fortreytum.

Og tað tykist vera tankin í myndlýsingini hjá fjøllistamanninum, Heiðriki á Heygum, av Ludwig van Beethoven, nú tónaskaldið fyllur 250 ár. Heiðrikur hevur latið mæta tónasmiðin í føroysk klæði, sett hann í ikonisk føroysk landsløg – umgyrdan av líka so ikoniskum dømum úr føroyska djóra- og plantuheiminum. Týski Beethoven, sum búði ta mesta av lívinum í Wien í Eysturríki – og kanska ikki var greiður yvir at Føroyar vóru til – er ein líka so natúrligur partur av føroyskari mentan sum landslagið, vindurin og veðrurin í fjøllunum. Hansara tónleikur hevur fylgt okkum gjøgnum lívið, birt hugmyndir og ávirkað okkum á jøvnum fóti við okkara egnu sermentanarligu sameyðkenni – og tað sigur seg sjálvt, at vit heiðra gamla meistaran sum ein av okkara egnu.

Ludwig van Beethoven (1770 – 1827)

Ludwig van Beethoven varð føddur í býnum Bonn í táverandi kurfúrstadøminum Køln, í Týsk-rómverska keisararíkinum. Hann vísti seg longu sum barn at hava óvanligar tónlistagávur og fekk tí frálæru í tónleiki frá pápanum, Johann van Beethoven og hovorganistinum Christian Gottlob Neefe, sum eisini stuðlaði honum í hansara fyrstu trilvandi royndum sum tónaskald.

22 ára gamal flutti Beethoven til Wien at lesa tónleik hjá Joseph Haydn. Hann gjørdist brátt kendur í háborgini fyri klassiska tónleikin, sum ein óvanliga gávaður klaversnillingur. Kendur í teimum fínaru salongunum fyri sínar improvisatiónir og variatiónir yvir verk hjá øðrum tónaskøldum – samstundis sum hann sjálvur royndi seg sum tónasmiður. Í 1795 hevði Beethoven sína fyrstu almennu konsert í Wien og gav út stutt eftir fyrsta verk sítt.

Beethoven var sera hugtikin av verkunum hjá W. A. Mozart, sála, og granskaði tey gjølla. Hansara fyrstu tónaverk vóru merkt av tónleikinum hjá Haydn og Mozart, men eftirhondini sum hann búnaðist tónlistarliga, mentist hansara egni sermerkti stílur. Tað varð til eitt umfatandi lívsverk, har kendastu partarnir eru tær 9 symfoniurnar, 32 klaversonatur, 5 klaverkonsertir og 16 strúkikvartettir. Harumframt komponeraði hann kamartónleik, kórverk og sangir. 

Í 1796, tá Beethoven var 26 ára gamal, fór hoyrnin at bila, orsakað av herviligum tinnitus. Støðan versnaði, sum árini gingu, og tað gjørdist eftirhondini torført hjá honum at spæla til konsertir. Men sjúkan forðaði honum ikki í at skriva tónleik – og seinastu 10 árini av lívinum, tá hann meir ella minni var stokkdeyvur, skapti hann nøkur av sínum best umtóktu verkum.

Eftir langa sjúkralegu, andaðist Beethoven í 1827, 56 ára gamal. Hann telist sum ein av størstu klassisku tónaskøldunum, javngóður við fyrimyndina, Mozart. Hansara árin á mentanarlívið í samtíðini var ómetaligt – og hann stendur sum ein undangongumaður í skiftinum millum klassiska og romantiska tónleikin. Ávirkaður av frælsishugsjónunum í upplýsingartíðini, legði hann ein kórsats í sína 9. symfoni, sum bygdi á yrkingina ”An die Freude” hjá Friedrich Schiller – ein vakur fagnaður av mannaættini – og eitt lag ið hvørt mansbarn í dag kennir aftur sum evropiska eyðkennislagið.

Jú, Beethoven er so avgjørt føroyingur - líka so væl sum hann er alheimsins tjóðir – og hevur sanniliga uppiborið okkara eyðmjúku kvøðu á sínum 250. føðingardegi.

|
Posta
Newsletter

Posta Newsletter

Tíðindi og alt tað nýggjasta innan føroyska frímerkjaheimin