í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Kom og tekna jólini

Jólateknikapping fyri børn. Hvussu upplivir tú jólini?

Hvussu upplivir tú jólini?

Hugsar tú um at skreiða?

Hugsar tú um at syngja í kirkju?

Hugsar tú um vættrar?

 

Teknikapping

Jólamerkjagrunnurin skipar fyri stórari teknikapping fyri øll skúlabørn. Vit vilja hava børn at tekna jólini.  

Tak niður myndaformin, tekna tíni jól, og luttak í risa kapping.

Tekningarnar skulu brúkast til jólamerkini 2016 og 15 tær bestu tekningarnar fáa eina virðisløn á 1.000 kr.

Eitt jólamerki er eitt frímerki – uttan virði, sum verður sett á jólakort og jólapost.

 

Treytir: Øll børn í skúlaaldri kunnu luttaka. Tú kanst tekna tað tú vilt, bara tað hevur við jól at gera.

Góð ráð: best er at tekna stórar myndir – ikki ov nógvar smálutir.

Soleiðis gert tú: Heinta myndaformin her => Tekna tína jólamynd => lat tekningina inn á títt posthús ella send hana til Posta.

Tekningin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 18. januar 2016.

 

Skriva navn, aldur og telefonnummar aftanfyri tekningina.

 

Tú kanst senda tekningina til:

 

Posta

Óðinshædd 2

100 Tórshavn

 

Frámerk brøvbjálvan "Jólamerki 2016"

|
Posta
Newsletter

Posta Newsletter

Tíðindi og alt tað nýggjasta innan føroyska frímerkjaheimin